Eitt skriðulop tók stórar partar av sveisisku bygdini Blatten mikudagin. Ein persónur er meldaður saknaður.
Vandi er nú fyri vatnflóð. Tað er serliga Lonzaáin, sum myndugleikarnir stúra fyri, tí hon kann flóða yvir aðrar bygdir í økinum.
Av skriðulopinum er áin fyllt við jørð, og tí er vatnið nú trýst úr ánni.
Á tíðindafundi varð greitt frá, at myndugleikarnir hava samband við kommunurnar Gampel-Bratsch og Steg-Hohtenn, sum liggja niðari niðri í dalinun.
Bæði fólk og fæ vera evakueraði.
Tey kunnu rakast av møguligari vatnflóð. og tað kann ikki útihýsast, at íbúgvar í býnum Lötschental beint sunnan fyri eisini vera evakueraði.
Sambært Stephane Ganzer, politikara í Valais-landslutinum, eru 90 prosent av býnum grivin undur av skriðulopinum, skriva sveisiskir miðlar.