Ongi úrslit

Eitt sindur dýrari hjá virkjum og fyritøkum í Havn at sleppa av við burturkast

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Nú fer tað at verða eitt sindur dýrari hjá virkjum og fyritøkum í Tórshavnar kommunu at sleppa av við burturkastið.

Tað hevur Tórshavnar býráð samtykt.

Meirilutin í býráðnum vísir á, at Brennistøðin stendur fyri umfatandi umvælingum fyri at kinna nøkta tørvin.

Í hesum sambandi skulu vit skilja burturkastið betri fyri at endurnýta og endurvinna meira, og fyri at brenna og tyrva minni.

– Eisini skulu vit rokna við herdum krøvum frá myndugleikum, sigur meirilutin.

Alt hetta ger, at kommunan skal seta væl meira pening av til at reka økið og ein partur av fíggingini kann koma frá at hækka gjøldini fyri at sleppa av við burturkast.

Tí varð mælt til, at prísirnir hjá vinnuni fyri at sleppa av við burturkast skuldu hækka 25%

Gjøldini eru ásett soleiðis, at tey samsvara nøkulunda við gjøldini hjá IRF. Talan er um gjøld, sum vinnan skal rinda fyri at koma av við sítt burturkast.

Væntandi hevði hetta givið brennistøðini eina eyka inntøku upp á 2,25 milliónir um árið.

Tí vórðu gjøldini hækkað 18 % í mars í fjør. Fyri hvørt prosent, gjøldini hækkað, verður inntøkan góðar 77.000 krónur.

Annars høvdu gjøldini staðið í stað síðani 2012, og tí var neyðugt at hækka tey so at tey fylgja príshækkingunum annars. Frá 2012 til 2024 hækkað prísirnir sum heild 18,39 % frá 2012, og síðani eru teir hækkaðir enn meiri.

Nú verða gjøldin so hækkað trý prosent afturat, men tað varð upplýst, at tað er framvegis bíligari hjá virkjum og fyritøkum í Havn at sleppa av við burturkast, enn tað er hjá virkjum og fyritøkum í restini av landinum at sleppa av burturkast til IRF.

– Tað rætta er, at tey, sum brúka brennistøðina, rinda fyri at sleppa av burturkastið, so tey, sum hava nógv burturkast, rinda meiri enn hini. Og tey halda ikki, at trý prosent fara ikki at koppa nakrari vinnu.

Men tað er ikki semja um hetta í býráðnum. Kári Johansen, býráðslimur fyri Kommunulistan, hevði verið ein gongutúr runt í Havnini og hansara niðurstøða er, at »Havnin flýtur í lorti«, sum hann orðaði seg.

Og hann heldur, at verður tað dýrari, kemur lorturin ikki á rætta stað, men fólk fara bara at tveita tað frá sær. Prísurin skuldi heldur verið lækkaður fyri at fáa meiri burturkast til høldar, heldur hann.

Annfinn Brekkstein mælir heldur til at umskipa økið onkusvegna, heldur enn at hækka prísirnar alla tíðina. Sum heild tók andstøðan í býráðnum ikki undir við málinum.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

Í gjár kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34