Ongi úrslit

Eitt sera gott avrik í Onglandi

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Heili 43 heiðursmerkir bleiv tað til hjá føroysku innirógvarunum, tá ið teir í vikuskiftinum vóru í Onglandi og luttóku í BRIC 2025.

Leygardagin var róð um bretsku meistaraheitini á 2000 m, 500 m og í 1-minutt róðri.

Úrslitið bleiv tað, at føroyingar vunnu tvær ferðir bronsu, fimm ferðir silvur og tríggjar ferðir gull.

Sarita K. Hansen gjørdist bretskur meistari í masters lættvekt 30–39 við tíðini 7:26.3

Vár G. Hansen vann bretska meistaraheitið í opna bólkinum hjá kvinnum við tíðini 1:26.7

Sirið A. Mørkøre gjørdist bretskur meistari í U14.

Sunnudagin hildu tey so áfram við Super Sprint Sunday. Tá vóru enn fleiri spennandi og tættir róðrar á skránni. Íðkararnir spentu seg út, og úrtøkan gjørdist framúr.

Føroysku rógvararnir vunnu tá 13 gullheiðursmerkir, 11 silvur og 9 bronsu.

British Rowing nevndu Vár G. Hansen fyri “Drotningina yvir British Rowing Indoor Championships” í teirra egna viðmæli. Eisini Jóhanna av Steinum fekk góð orð sendandi fyri sínar sterku sprintróðrar.

Hesum greiðir Róðrarsamband Føroya frá á Facebook.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Hetta líkar borgarstjóranum væl

1. desember kl. 23:24