…hmm…í eini tjúgu minuttir langari røðu á trygdarráðstevnuni í münchen í gjár…á sjálvum valentinusardegi…helt varatrumpurin…j. d. vance…evropeiskt fólkaræði vera ein vansa fyri frælsið…
…hesin vansin, legði varatrumpurin afturat, bøttist ikki øðrvísi enn við skerja tað alt ov liberala rásarúm, alt nógv í evropa hava til at lata onnur hugsa og velja, sum tey vilja…
…nú var tann stundin komin til handa, herdi varatrumpurin á, at evropearar gjørdu sær grein fyri, at slíkt rásarúm var ein størri vandi enn bæði russland og kina samanlagt…
…í Føroyum hinvegin hava Menn hvørki ampa av liberalum rásarúmi…ella russlandi…og hvaðna minni kina…her er eingin størri vansi enn kópur, siga miðlarnir…og sum onkur vísti á…helst í Breddanum…hjá okkum hevur vald so nógvar kínverjar, at føroyingar ongantíð verða kinverjar…ella fyri tann skyld tvørkynsverjar…í Føroyum er eitt kyn…ein sannleiki…og eittans vald…og gud fríi okkum frá øðrum…
…ella líka veit eg…soleiðis limraði íspegilin í morgun…:…
Nú møsn er tað mesta vit sansa,
Tað miðlaðist næstan óansað,
At evropa nú fekk,
Sum óvunnan gekk,
Ein kjaftfisk um kjølin frá vansa,
Ein kjaftfisk um kjølin frá vansa,
Sum í kjallara málsins vil dansa
Til trumpi av fretum
Í elons-trompetum
Og kremling sum loysnara kransa,
Og kremling sum loysnara kransa,
íðan kristur helst eisini til vansa,
tí jesus sum javni
er jesabels navni,
tá møsn er tað mesta vit sansa.
…vandi bøtir lítlan vansa…