Ongi úrslit

Eitt hjartasuff

Ingvør Skaalum, valevni fyri Sambandsflokkin
20 tímar síðan

Eg havi valt at stilla upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið 26. mars. 

Síðani tað kom alment fram, at eg stilli upp, havi eg fleiri ferð fingið spurningin ”er tú fyri fríari fosturtøku?”.

Má viðganga, at eg blívi eitt sindur stoytt og tykkin, tí heitið ”frí fosturtøka” kennist misvísandi. 

At kvinnan hevur sjálvavgerðarrætt til fosturtøku innan fyri ávíst lógarásett tíðarmark og uttan serliga grundgeving, er í mínum hugaheimi ikki frí fosturtøka. Fosturtøka er altíð avmarkað við læknaligum og lógarreguleraðum mannagongdum. 

Kvinna, sum ynskir fosturtøku, er ofta í eini truplari og stundum vanlukkuligari støðu, heldur enn at hava eitt frítt val. Tað kann t.d. vera vegna heilsu- og ella familjustøðu, hon kann hava fíggjarligar trupulleikar, vera fyri sosialum trýsti ella okkurt annað.

Fosturtøka er avgjørt ikki nøkur løtt avgerð, hon er samantvinnað av stórum kenslum, óendaligum iva og partvísari skomm.

Meini tí, at heitið ”frí fosturtøka” ikki eksisterar – avgerðin er altíð knýtt at persónligum, samfelagsligum og lógarásettum avmarkingum.


VEL SAMBANDSFLOKKIN

X við Ingvør Skaalum 24. og 26. mars


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01