Ongi úrslit

Eini 40 lond til Føroya at kappast um evropameistaraheitið

Hetta verður størsta ítróttarkapping, sum hevur verið í Føroyum

Áki Bertholdsen
27. desember 2024 kl. 14:52

Nú er greitt, at í 20226 verða Føroyar vertur fyri kappingin um evropameistaraheitið í Dart.

Tað sigur Dartsamband Føroya í dag

Tey siga, at Evropisku londini í World Darts Federation atkvøddu sunnudagin um, hvør skal verða vertur fyri EM í 2026 og valið fall á Føroyar.

Verður hugsað um talið á londum, sum vera við, er EM í dart uttan iva størsta ítróttatiltak, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Og verður hugt eftir talið á íðkarum, er tað helst eisini størsta altjóða kapping í Føroyum, uttan Oyggjaleikrnir.

World Darts Federation hevur 76 limalond. Av hesum eru 45 lond í Evropa, og vanliga senda umleið 40 av londunum lið til EM. Tað eru tó ikki øll, sum senda lið hjá bæð kvinnum og monnum. Talið av leikarum í kappingini er tí umleið 300.

EM í dart er fyri landslið og liðini eru mannað við fýra monnum og fýra kvinnum, sum spæla dystir í fýra dagar. Liðini kappast í trimum greinum hjá hvørjum kyni, einmansleiki, tvímansleiki og liðkappining.

Tað eru ikki nógvar hallir í Føroyum, ið kunnu hýsa einum so stórum tiltakið. Tí fór Dartsambandið nokk so tíðliga í tilgongdini í samstarv við Stórhøllina við Tjarnir um at hýsa kappingini.

Tað krevur sítt at veita innivist  og mat til so nógvar gestir og tí hevur Dartsambandið tikið upp samstarv við Gist og Vist-samtakið um hesar uppgávurnar.

Dartsambandið hevur havt fullan stuðul frá ÍSF til at bjóða seg fram sum vertur, og sjálvt boðið, ið var sent inn til World Darts Federation, var gjørt í tøttum samstarvið við Visit Faroe Islands.

At EM í dart verður í Føroyum hevur eisini við sær, at aðalfundurin hjá World Darts Federation 2026 verður í Føroyum og at nevndarlimir úr teimum evropisku dart-londunum eisini koma til Føroya hesar dagarnar.

So við leikarum, venjarum og nevndarlimum kann roknast við, at ímillum 400 og 500 útlendskir dart-gestir koma til Føroya í sambandi við EM.

Høvi verður sjálvandi eisini hjá øllum dartáhugaðum Føroyingum at síggja dart á hægsta stigi, tá finaludagurin verður skipaður sum eitt stórt alment tiltak.

WDF Europe Cup, sum er almenna heitið á kappingini, verður í Føroyum í døgunum 29. september til 3. oktober 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26