Ongi úrslit

Eingin trygd fyri, at brúkarin fær allan ágóðan av príslækkingini

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Vit hava ikki fullkomna kapping í Føroyum. Tað staðfestir Kappingareftirlitið, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at strika mvg á eplum, grønmeti og á frukt.

Tað hevur Landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um við tí endamálið at lætta um gerandisdagin hjá fólki.

Í slíkum málum er tað ofta eitt ivamál um tað ger nakran mun yvirhøvur fyri brúkaran, at avgjøldini á eini vøru lækka, tí ofta er illgruni um, at seljarin bara økir um vinningin ístaðin.

Og nú Fíggjarnevndin viðgerð málið hevur Kappingareftirlitið eisini greitt frá, at vit hava ikki fullkomna kapping í Føroyum, og tí er ongin trygd fyri, at mvgfrítøka fult og heilt kemur brúkaranum til góðar.

Annars hevur Handilsvinnufelagið víst á, at, broytingarnar fara at hava við sær, at prísurin fer niður í fyrstani.

– Men tað er ongin trygd fyri, at príslækkingin verður varandi, tí tað eru eisini viðurskifti uttanífrá, sum hava ávirkan á prísin.

Uppskotið varð annars samtykt í gjárkvøldið, men tað skal samtykkjast eina ferð afturat, og tað verður týsdagin.

 

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

Í gjár kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35