Ongi úrslit

Eingin skeltar við sínari armóð

Reyði Krossur er ein av teimum felagsskapunum, sum veitir hjálp til fólk, sum eru hart fyrispent. Eitt av hjálpartiltøkunum er jólahjálpin frá Reyða Krossi.

ÓLAVUR WAAG HØGNESEN
15. februar kl. 20:00

- Jólahjálpin hjá Reyða Krossi verður gjørd í samstarvi við Barnabata. Grundað á viðkomandi upplýsingar ger Barnabati av, hvør fær jólahjálp, og Reyði Krossur veitir so somu móttakarum eitt keypskort til ein matvøruhandil áljóðandi 1.000 kr., upplýsir Jóannes Eidesgaard, sum hevur verið formaður í Reyða Krossi seinastu 10 árini.

Matar- og klædnahjálp
Reyði Krossur veitir eisini matar- og klædnahjálp árið íkring. Tølini fyri 2024 eru ikki gjørd upp enn, men í 2023 var talan útvið 1.400 fólk, sum fingu matar- og klædnahjálp frá Reyða Krossi. Fólk siga Reyða Krossi frá, hvat teimum tørvar av mati og klæðum, og so verður tað gjørt klárt og avheintað. Hetta eru í stóran mun barnafamiljur, sum fáa gagn av hjálpini.

Klædnahjálpin hevur verið í mong ár, og talan er um góð brúkt klæðir og eisini klæðir, sum klædnahandlar lata Reyða Krossi. Matarhjálpin kom í lag fyri einum 4-5 árum síðani. Hon hevði ikki borið til uttan hjálp frá stuðlum, og byrjaði við, at LM læt Reyða Krossi fleiri frystiboksir sum gávu.

Fleiri hava tørv á hjálp
- Matarhjálpin letur seg bara gera, tí at Reyði Krossur hevur fleiri sera dyggar stuðlar í hesum sambandi, sigur Jóannes Eidesgaard og nevnir m.a. Pf. JFK (flak úr Barentshavinum), Pf. Hiddenfjord (laksaportiónir) og Pf. Jupiter (gulllaksafars).

Reyða Kross-formaðurin roknar við, at talið av móttakarum fyri 2024 verður størri enn í 2023.

- Hetta eru fólk, sum ikki fáa endarnar at røkka saman. Vit síggja eina broyting í móttakaraskaranum: fyrr vóru tað mest stakir uppihaldarar og familjur við fleiri børnum, men nú eru tað eisini familjur, har bæði hava inntøkur, og eisini pensiónistar, sigur Jóannes Eidesgaard.

Stórar príshækkingar
Hann er ivaleysur í, at tað eru príshækkingarnar á matvørum og eisini býli seinastu árini, sum eru orsøkin til vaksandi tørvin á hjálp. Klædnahjálpin er vaksin munandi, men serliga eftirspurningurin eftir mati er vaksin stórliga, upplýsir Jóannes Eidesgaard.

- Tað eru fólk, sum eru illa stødd, men sum ikki lúka treytirnar í almannalóggávuni fyri hjálp. Tað eru dømir um, at Almannastovan hevur givið fólki eitt hint um at fara til hjálparfelagsskapir at leita sær hjálp, og tað er ikki eitt gott tekin, sigur Jóannes Eidesgaard. 

Nógv sita hart í tí
Stóri og vaksandi eftirspurningurin eftir mati og klæðum er greið ábending um, at tað eru nógv í Føroyum, sum sita hart í tí, staðfestir formaðurin í Reyða Krossi.

- Eg ivist ikki í, at tey hugsa seg tvær reisir um, áðrenn tey fara út at biðja um hjálp, tí eingin skeltar við sínari armóð, sigur Jóannes Eidesgaard, sum fegnast um, at felagsskapurin kann hjálpa.

- Umleið 400 fólk gera sjálvboðin eitt megnararbeiði fyri Reyða Kross. Rættililiga nógv teirra eru pensiónistar, og tað er ikki ov nógv sagt, at pensiónistarnir eiga lívið í Reyða Krossi, sigur Reyða Kross-formaðurin at enda.


Mest lisið hesa vikuna

Eg vil við hesum koma við eini umbering

16 tímar síðan

Hetta er so andstygiligt, at tað sker í hjartað

Í gjár kl. 10:00

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Tóku koyrikortið frá gomlum bilførara

Í gjár kl. 07:42

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40