Ongi úrslit

Tann einasti sum yvirlivdi við Air India 171

Nú tosar Viswashkumar Ramesh um hendningina, hann var tann einasti sum yvirlivdi túrin hjá 171 Air India

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
3. november kl. 18:30

Bretski ríkisborgarin, Viswashkumar Ramesh, var einasti, sum yvirlivdi túrin hjá 171 Air India fyrr í ár. 

Hann sigur nú, at sálarsjúkan hevur gjørt, at hann er oyðilagdur. Millum tey 241 ferðafólkini, sum doyðu í vanlukkuni, var yngri beiggi hansara Ajaykumar. 

- Tað er sera ringt at tosa um túrin, sigur Ramesh

Undir samrøðuni hevur Ramesh  langar løtur, har hann onki sigur, meðan hann tosar um sítt lív í dag. Hann fer ikki longur úr húsum sínum, men situr í kamarinum og “ger einki.”

- Eg hugsi bara um beiggja mín. Hann var alt fyri meg,“ heldur Ramesh fram.

Flogfarið datt niður í Ahmedabad í India 12. juni í ár, stutt eftir fráferð, og 242 fólk vóru umborð.

Vanlukkan hendi á einum studentabústaði nærhendis flogvøllinum og bert eitt ferðafólk, Vishwashkumar Ramesh, yvirlivdi vanlukkuna. Hann varð viðgjørdur á sjúkrahúsinum fyri skaðar, meðan deyðatalið vaks til í minsta lagi 279, harímillum tey, sum vóru á landi.

Ein fyribils kanning vísti, at brennievnisveitingin til motorarnar varð sløkt umvegis rotarar í stýrirúminum stutt eftir fráferð.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

10 tímar síðan

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

4 tímar síðan