Ongi úrslit

Ein týðandi partur av uppskotinum er at skipa eina Barna- og familjueind

Uppskot til Barnalóg er farið til hoyringar

bumr.fo
18. januar kl. 20:35

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sent uppskot til nýggja Barnalóg til almenna hoyring.

Endamálið við lógini er at tryggja betri samanhang og samstarv í tænastum til børn og familjur, serliga í teimum førum, har avbjóðingar eru samansettar og fevna um fleiri øki. Við Barnalógini verður dentur lagdur á, at børn og familjur skulu uppliva eina greiðari og meira samanhangandi hjálp, og at fakfólk og myndugleikar arbeiða betur saman tvørtur um geirar.

Lógin leggur dent á at fyribyrgja og at íverkseta átøk tíðliga umframt betri samskipan, uttan at taka ábyrgd frá teimum myndugleikum, sum longu hava lógarbundnar uppgávur á barna- og ungdómsøkinum frammanundan.

Ein týðandi partur av uppskotinum er at skipa eina Barna- og familjueind, sum skal virka samskipandi og stuðlandi á skipanarligum stigi. Endamálið er ikki at skapa ein nýggjan yvirstovn, men at styrkja samstarv, arbeiðshættir og samanhang millum verandi skipanir. Uppskotið leggur harumframt upp til eina stigvísa verkseting, so skipanin verður bygd upp í samstarvi við kommunur og viðkomandi geirar.

Hoyringarfreistin er sett til 4. februar, og allir áhugaðir partar – kommunur, stovnar, fakfeløg, felagsskapir og borgarar – eru bodnir at senda inn viðmerkingar.

Í sambandi við hoyringina verður eisini skipað fyri hoyringarfundi, har høvi verður at fáa nærri kunning um uppskotið og koma við viðmerkingum og spurningum.

Uppskotið til Barnalógina kann lesast her: https://www.bumr.fo/.../uppskot-til-ll-um-samstarv-og...

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

Í gjár kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

Í gjár kl. 10:42

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

19 tímar síðan

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24