Ongi úrslit

Ein skeyt við byrsu ímillum hús - og ein koyrdi við kenning

Áki Bertholdsen
22. sepember kl. 08:12

Í gjár varð ein maður tikin fyri at skjóta við byrsu ímillum hús.

Løgreglan sigur, at tað var eingin vandi á ferð, men tað elvdi til ótryggleika.

Hetta var í Suðuroy, og maðurin var ikki edrúur, tá ið hann fór eftir byrsuni og loysti eini tvey skot av niður í ein bakka.

Løgreglan sigur, at maðurin fekk bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Løgreglan tók eisini ein bilførara fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Hann varð tikin í Kollafjarðardali og hann blásti væl meiri enn loyvt er, so honum er blóðroynd tikin av.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

13 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03