Russiski forsetin, Vladimir Putin, og indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi, eru í løtuni á vitjan í Kina.
Forsetin í Kina, Xi Jinping, hevur bjóðað teimum vælkomnar á toppfund millum SCO-londini.
Har var látur og nógv lógvatøk tá teir hittust í gjár, og tað er ikki av tilvild. Kina hevur saman við Russlandi sæð, at okkurt nýtt hendir í tí annars vesturlendsku og USA-domineraðu heimsskipanini.
Ein nýggj heimsskipan er á veg og hon stavar ikki úr Washington. India er vorðið partur av tí ikki-vesturlendska ásinum, men ein granskari kallar tað meira fyri eitt "hjúnalag av hentleikum".
Á tíðindafundinum í gjárkvøldið legði Xi Jinping fram eina felags leiðslu í einum nýggjum "global governance concept", sum gevur pláss fyri fleiri stórveldum enn USA. Og tað er ikki av tilvild.
Vit eru í nýggjari heimsskipan og tað er eingin vegur aftur.
Tað halda eisini ein røð av serfrøðingum á økinum, sum TV 2 hevur tosað við.
- Heimsskipanin, sum vit eru komin at kenna, er avmonterað, og tað gongur skjótt fyri seg í løtuni, og tí er umráðandi at halda eyga við teimum stórveldunum, sum hava ambitiónir um at skapa eina øðrvísi skipan.
Tað sigur Andreas Bøje Forsby, granskari á danska altjóða stovninum (DIIS)við TV2
Fyri altjóða miðlar og teir tríggjar serfrøðingarnar, sum TV 2 hevur tosað við, er eingin ivi um, at tað er ein maður, sum hevur skyldina av, at alt er skundað upp. Tað er amerikanski forsetin, Donald Trump.
Sum heild hevur hann skakað heimsskipanina, sum vit kenna hana, og hann hevur plantað iva um, hvat næsta stigið hjá USA verður. Tað skapar óvissu, sigur Rasmus Brun Petersen, lektari í altjóða politikki á Aarhus Universiteti.