Ongi úrslit

Ein misti koyrikortið – fýra fingu klipp

Áki Bertholdsen
21. oktober kl. 08:05

Í gjár var løgreglan víða um og kannaði ferðsluna, og serliga mátaðu tey, hvussu skjótt bilarnir koyrdu.

Og tað kom at kosta mongum bilførarum dýrt.

Á vegnum millum Fjarða, har ið loyvt er at koyra 80 km/t, vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 103 og 104 km/t, og fyri tað fáa teir bæði bót og klipp í koyrikortið.

Á Søldafjarðarvegnum, har ið loyvt er at koyra 60 km/t, vórðu tveir bilførarar eisini tiknir. Teir koyrdu ávikavist 72 og 74 km/t, og tað fáa teir eisini bót og klipp í koyrikortið fyri.

Men ringast fyri kom ein bilførari, sum koyrdi eftir Havnarvegnum, beint uttan fyri Húsareynstunnilin. Har er bert loyvt at koyra 60 km/t, men bilførarin varð tikin fyri at koyra 108 km/t.

Sostatt misti hann koyrikortið á staðnum, umframt at hann fær bót.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

18 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

23 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03