Ein gandað verð

Mattias Kapnas var í heimsflokki leygarkvøldið, tá Føroya Symfoniorkestur tulkaði Kristian Blak í Norðurlandahúsinum.

Trygvi Danielsen
25. september 2022 kl. 10:00

Nú er heystið komið.

Tað mátti fólkið ásanna, tá tað fór tysjandi úr Norðurlandahúsinum og út í hvassan vind og oysandi regn leygarkvøldið, eftir at Føroya Symfoniorkestur hevði bjóðað árstíðini vælkomnari við manér á árligu heystkonsertini.

Hóast andlitsvøddar høvdu hug at snerkja eftir veðrinum, sóust leivdir av heitum brosum á hvørjum snýði, og tað var ikki uttan orsøk: Hetta var nevniliga eitt heilt serligt kvøld í Norðurlandahúsinum.

Á skránni var frumframførsla av klaverkonsert eftir Kristian Blak, og solisturin við flygilið var í toppformi. Hann er í heimsflokki, Mattias Dimitris Kapnas, og vit eru vælsignað at verða ríkað við hansara gávum her í Føroyum. Vit eru eisini rík at eiga eitt symfoniorkestur – bara tað, at tað finst, er at glaðast um – sum lýsir av professionalismu og spæligleði. Tað er at stórfegnast um, og hetta kvøldið var avgjørt einki undantak.

Tað má eisini vera smittandi at spæla við Mattiasi sum solisti. Hann er ein tónleikari, sum útstrálar ófatiligan eldhuga fyri hvørjum tóna, hann spælir. Bara gudarnir vita, hvussu nógvar tímar hann hevur sitið við klaverið fyri at røkka hasum støðinum, men tað stuttliga er, at hann hevur varðveitt ta óseku spæligleðina, sum er so rørandi at vera vitni til.

Kvøldsins fyrstu lógvabrestir rungaðu í fullsettu høllini, tá solisturin og finski dirigenturin, Petri Sakari, trinu á pallin, har orkestrið stóð klárt og bíðaði, og klappini vildu ongan enda taka, tá hesir somu bukkaðu við komponistinum, tá framførslan var av. Harímillum upplivdu áskoðararnir eina gandaða verð í trimum satsum, sum ferðaðist aftur og fram millum abstrakt myrkur og melodiskan vakurleika við nógvum millumlendingum á undarligum støðum, ið ógvuliga fá kunnu mana fram á sama hátt sum Kristian Blak, har heimagjørd ljóðføri sum suðuroyskt grót og trummuskinn av Dímun høvdu fleiri løtur í miðdeplinum.

Hon fór skjótt framvið, framførslan, sum eitt eygnablunk. Hvør løta var forvitnislig, tónleikurin var alla tíðina í broyting, og eg sat eftir við kensluni, at eg hevði viljað hoyrt stykkið eina ferð afturat beinanvegin.

 

Mattias kennir væl Kristian. Í samstarvi hava teir útgivið LP plátuna "Kapnas spælir Blak", har lív og sál verða blást inn í hesar sniðfundigu kompositiónirnar hjá Kristiani, sum við modernistiskum sjónarmiði taka støði í náttúruni. Í sambandi við plátuna stendur á heimasíðuni hjá TUTL, at Kristian er ein av stóru fyrimyndunum hjá Mattiasi, og tað er sanniliga ein heiður, ið henda ósløkkiliga eldsálin hevur uppiborið. Mattias kundi valt at tulkað ein og hvønn komponist kring knøttin, men hann hevur valt Kristian, og tað er upp á fleiri mátar eitt hjartanemandi samstarv.

Kristian Blak arbeiðir nógv við náttúruni. Tann pástandin kann eingin afturvísa. Sí bert tey fýra heitini á skeringunum á "Kapnas spælir Blak":

"Vatn og grót", "Vatn og vindur", "Vatn og dregil" og "Steinskógurin".

Á klaverkonsertini kallaðust teir tríggir satsirnir "Helluljóð", "Skinn" og "Sjógvur og Klettur".

Hetta eru alt tilvísingar til náttúruna, men tað er ikki ein heit og fevnandi náttúra, tvørturímóti. Hon er køld, hørð og vát. Ikki vandamikil sum so, men als ikki innbjóðandi. Tó er hon vøkur, errin, sterk og á tremur við ekkóandi aldubrotum og villum djóralívi, sum hevur sín gerandisdag á vatnskorpuni.

Alt hetta hoyrdist aftur hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum. Áskoðarafjøldin speglaði sær í ljóðsøgunum, sum Kristian Blak hevur fangað úti í tí villa og fest á pappír, so at o.u. 50 menniskju, sum hava vígt lívið til sítt ljóðføri, kundu endurskapa kensluna av at vera inni í beinagrindini á landinum; inni í holunum og hellunum, sum brimið hevur máað.

Alt í alt: Ein framúrskarandi konsertuppliving.

Og tað gjørdi tað ikki verri, at Føroya Symfoniorkestur endaði kvøldið við 4. symfoni hjá Johannes Brahms, eitt gott punktum til eitt vakurt og illfýsið heystkvøld.