Ongi úrslit

Ein føroysk dystopi

Hetta var ein fragd at lesa

Páll Isholm
21. oktober 2023 kl. 11:11

Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna. Dreymsótt er ein óunnilig frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.

Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag. 

Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.

 Tá tú lesur eina slíka spenningsskaldsøgu úr enda í annan uttan íhald, boðar tað frá dygd. Mál, skrivingarlag og bygnaður eru væl frágingin. Tú skalt sjálvandi venja teg við ymisku og skiftandi sjónarhornini og tíðarskeiðini, men júst hesi skifti eru eisini tey, ið skapa spenningin og drívmegina í søguni. Skamturin av vitan lesarin verður fóðraður við so hvørt, sum søgan mennist, er passaligur, so spenningurin heldur sær. 

Umhvørvið er veruleikakent og føroyskt, og persónarnir eru vanligir føroyingar, sum verða fangaðir í eirindaleysari maktgirnd. Eisini hetta megnar høvundurin at skapa. Ert tú nøkulunda kendur í havnargøtum, Suðursteymi og føroyska samfelagnum annars, so verður søgan nærverandi, hóast hendingarnar eru rímiliga fjarar frá dagsins samfelag.

Í bløðunum hevur Rakel í samrøðu greitt frá, at hugskotið kom á einum filmsskeiði, og at arbeitt verður við eini filmsgerð av skaldsøguni. Hetta er eitt frálíkt hugskot, tí bókin er filmist skrivað. Hóast hendingarnar eru óveruligar, so sær tú bæði hendingar, støð og persónar fyri tær gjøgnum alla bókina.

At skriva eina dystopiska føroyska skaldsøgu krevur dirvi, hegni, vitan og gott hugflog. Alt hetta hevur Rakel prógvað í bókini Dreymsótt, ið eg vænti fer at vera ein væl umtókt bók millum bæði ung og tilkomin. Somuleiðis meti eg, at bókin hóskar væl sum skúlalesnaður í hádeild fólkaskúlans og miðnámi í føroyskum eins og tvørgreinaligum arbeiði við søgu, samfelagafrøði og tøkni. 

Rakel er ein av okkara virknaðustu høvundum og listafólkum. Hon hevur sambært Sprotanum skrivað ikki færri enn 26 bøkur, og bøkur eftir Rakel eru komnar út á 19 ymiskum málum. Rakel dámar væl at royna nýggjar leiðir, og Dreymsótt er avgjørt ein nýggj leið. Ein leið, sum er spennandi, avbjóðandi og kærkomin á føroyska  mentanarpallin og bókaheimin.

Mest lisið hesa vikuna

Ælabogin í Gundadali

9. august kl. 22:40

Fáa ikki arbeitt tí tey ikki fáa útlendsk starvsfólk

Í gjár kl. 11:32

SF fyri 20. ferð: Eitt stórt vónbrot – men sum heild enn ein succes í Klaksvík

10. august kl. 16:48

Sirkus Baldoni kemur ikki til Føroyar í ár

10. august kl. 11:22

Hann vil frátaka kvinnum valrættin

Í gjár kl. 19:55

Fraktskip rent á land í Havn

8. august kl. 15:16