Ongi úrslit

Hann vil frátaka kvinnum valrættin

Harumframt vil kirkjan banna hjúnalag millum fólk av sama kyni.

© RNS illustration
Jóhanna Højgaard
12. august kl. 19:55

Høvuðssætið hjá evangelisku kirkjuni Christ Church liggur í lítla býnum Moskva í statinum Idaho.

Seinastu tíðina hevur kirkjan upplivað eina øking við túsundtals nýggjum limum dagliga, sambært CNN.

Tað, sum stingur seg upp, er leiðarin í kirkjuni, presturin Doug Wilson, og hansara visjónir.

Hann heldur, at kvinnur eiga at verða frádømdar valrættin, og at teirra arbeiðslív fyrst og fremst skal fara fram í heiminum.

Harumframt vil kirkjan banna hjúnalag millum fólk av sama kyni.

-Kvinnur eru tað slagið av menniskjum, sum menniskju koma úr.

-Tað krevur einki talent at reprodusera seg lívfrøðiligt, men konan og mamman er framleiðandi stjóri á heiminum, sigur Doug Wilson við CNN, sum hevur vitjað kirkjuna og limirnar í Idaho.

Doug Wilson ger eisini vart við seg á hægstu politisku stigum.

Pete Hegseth, amerikanski verjumálaráðharrin, er ein tann mest kendi og almenni fylgjarin hjá Wilson.

-Hann heldur nógv um tekstir og læruna hjá Wilson, segði ein talsmaður hjá Pentagon um Hegseth.

Dagin eftir at CNN gav samrøðuna út mikudagin, deildi verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, sendingina hjá CNN á X við yvirskriftini "Alt av Kristi fyri alt lívið”

Hóast tað ikki er fyrstu ferð, at Hegseth gevur umstrídda prestinum heiður, so hevur tað fingið kritikk frá kristnum felagsskapum, skrivar tíðindastovan AP.

Við at deila videobrotið hjálpir Hegseth til at styrkja hugburð, sum bert er at finna í einum lítlum parti av kristna samfelagnum.

Hettar sigur prestur og stjóri í kristna felagsskapinum “Vote Common Good” Doug Pagitt.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57