Ongi úrslit

Sirkus Baldoni kemur ikki til Føroyar í ár

Sirkus Baldoni avlýsir Føroyaferðina eftir 17 ár – vónir um comeback í 2026

Sirkus Baldoni
Í gjár kl. 11:22

Sirkus Baldoni hevur síðani 2007 á hvørjum ári vitjað 10 bygdir í Føroyum – úr Klaksvík til Suðuroy – við framførslum fyri barnafamiljum.

Tilsamans hava túsundtals føroysk børn og vaksin upplivað sirkusstjóran René Baldoni og bólk hansara á oyggjunum seinastu 17 árini.

Men eingin túrur verður í 2025.

Orsøkin eru broyttar umstøður og stórar hækkingar í leiguprísunum fyri hølini, sum sirkusið siðvenjuliga hevur brúkt.

Í Tórshavnar Kommunu eru kommunuhølini – undantikið Kollafjørður - sett av til ítrótt.

Kommunan vísir í staðin til nýbygda privata vøllin Tjarnir, sum er fimm ferðir dýrari at leiga enn Høllin á Hálsi, har Baldoni áður hevur spælt.

Søla av poppkorni og góðgæti er heldur ikki loyvd her. Í Runavík og Skálá eru hallarleigurnar hækkaðar 240% frá í fjør.

– Tey trý ávirkaðu støðini standa vanliga fyri umleið helvtini av okkara føroysku inntøkum.

Tá vit eisini hava høgar ferða- og uppihaldskostnaðir til 15 fólk, kunnu vit ikki fáa fíggjarviðurskiftini at rigga – serliga tá vit halda ferðaseðlaprísirnar um 200 kr, soleiðis at allar familjur kunnu koma við, sigur René Baldoni.

Sirkus Baldoni ger vart við, at eitt annað sirkus vitjar í Tórshavn í ár.

Tað spælir sama vikuskifti sum Baldoni hevði ætlanir um at spæla har, og hava tey atgongumerkjaprísur úr 310 til 460 kr, tó uttan at ferðast um restina av oyggjunum.

"Okkara uppgáva hevur altíð verið at bera sirkusgleði til allar Føroyar – ikki bara Tórshavn.

Tí er tað eyka harmiligt, at vit ikki kunnu halda fram við siðvenjuni í ár. Men vit gevast ikki, og vit vóna at koma aftur í 2026," sigur Baldoni.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

19 tímar síðan

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

9. mars kl. 10:16