Ongi úrslit

Ein føroyingur aftrat fer at spæla við Hillerød

B36 toppskjúttin Pætur J. Petersen verður nú liðfelagi hjá Poul Kallsberg

© Mynd: Hillerød IF
Jóannes Hansen
15. desember 2025 kl. 16:18

Pætur J. Petersen fer nú at spæla við Hillerød IF. Tað boðar felagið í næstbestu donsku deildini frá í dag.

27 ára gamli Pætur J. Petersen hevur síðsta mánaðin vant saman við Poul Kallsberg og hinum í Hillerød, og nú hava felagið og Pætur skrivað undir sáttmála. Pætur hevur verið við í venjingardysti ímóti Hvidovre, og hann er ætlaður at vera møguligur avloysari fyri Adrian Justinussen, sum er fluttur úr Hillerød og til AC Horsens.

-Í venjingardystinum ímóti Hvidovre vísti Pætur, at hann hevur førleikar, sum kunnu fara at vísa seg at koma væl við, nú Adrian Justinussen og Mondby eru farnir úr felagnum, sigur Hillerød IF venjarin Christian Lønstrup.

Við heimasíðuna hjá felagnum sigur Pætur J. Petersen:

-Eg gleði meg at vera partur av professionellum umhvørvi, og eg kenni, at felagið og liðfelagarnir hava tikið væl ímóti mær. Málið er, at vit skulu vera millum seks tey bestu í deildini, og royndin henda mánaðin er, at venjaratoymið megnar at flyta bæði meg og liðið rætta vegin. Hjá mær snýr tað seg um í venjingunum at gera mítt besta og hava álit á egnum førleikum. Mør dámar væl at arbeiða hart og havi einki ímóti at renna nógv. Eisini í pressspælinum og so snýr tað seg um at gera mál.

Nú er jólasteðgur, og 8. januar verður farið undir fyrireikingarnar til várhálvuna. Fyrsti landskappingardysturin hjá Hillerød eftir vetrarsteðgin verður fríggjadagin 27. februar, tá ið AaB í Aalborg verður mótstøðuliðið.

Í 2025 var Pætur J. Petersen saman við Marius Kryger Lindh B36 toppskjútti við seks málum.

Í Føroyum hevur Pætur J. Petersen umframt B36 umboðað KÍ, HB og EB/Streym. Hann hevur spælt 198 landskappingardystir og skorað 43 mál í bestu deildini. Hann hevur spælt 19 altjóða dystir fyri feløgini og skorað trý mál, og hann hevur spælt 11 landsdystir og skorað tvey mál.     

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18