Tað hevur verið friðarligt hjá løgregluni í gjár og í nátt. Men mitt í nátt, beint eftir at skeinkistøðini høvdu latið aftur, tók illstøða seg upp ímillum tveir mans í náttarlívnum í Havn.
Løgreglan kom ímillum og fekk sent teir hvør sín veg. Men fyrst fingu teir 1.500 krónur í bót í part fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar.
Men annar fekk eisini 1.000 krónur í bót afturat tí hann vildi ikki siga løgregluni hvør hann var.
Fólk kunnu lúgva fyri løgregluni sum tey vilja, men tað einasta, tey hava skyldu at upplýsa, er hvussu tey eita, hvar tey búgva, og nær tey eru fødd.