Tórsgøta skriva á teirra Facebook-vanga at tey hava eitt áhugavert tiltak leygarkvøldið 11. oktober.
Hettar er ikki eitt heilt vanligt tiltak, men heldur meira týdningarmikið, nevniliga eitt stuðulstiltak.
"Eg ynski so brennandi at liva", er heitið og verður tað í Perluni í Havn.
Dyrnar lata upp kl. 19.00, og frá kl. 20.00 spæla Safir, Dorthea H. Dam, Jam Bois og Uni Debes.
Ivonna Johansen, hevur í sjey ár stríðst við krabbamein. Hon hevur fingið nógvar viðgerðir, sum hava ávirkað hennara lívsgóðsku álvarsliga. Hon hevur tí nú sett sítt álit á, og er farin undir, eina viðgerð í Týsklandi.
Viðgerðin sum ikki fæst frá føroyska heilsuverkinum, er sera kostnaðarmikil.
Ivonna má tí sjálv gjalda fyri hana, umframt fyri ferðing og uppihald í Týsklandi, sum verður fleiri ferðir.
Konsertin er ein felags stuðulsgáva, har listafólk geva sína tónlist til endamálið. Millum annað spælir sonurin hjá Ivonnu, Bogi, við sínum bólki Jam Bois.
Eisini verður møguligt at keypa listaverk frá Ivonnu sjálvari. Á tiltakinum verður eisini møguligt at fáa okkurt leskiligt at njóta saman við tónleikinum.
Atgongumerkið kostar 175 kr., men tú ert eisini vælkomin at lata meira, um tú vilt stuðla eyka. Baklandið aftanfyri tiltakið er hjálparfelagsskapurin Næstin, sum Björg av Rana Nietzhe stendur á odda fyri.
Alt arbeiði er sjálvboðið – hvør ein króna fer beinleiðis til viðgerðina hjá Ivonnu. Allar upphæddir gera mun, og stuðulin verður móttikin við stórum takksemi.
Ynskir tú at stuðla, ber til at flyta eina upphædd á konto 9181-6084933, viðmerk: Ivonna.
Vit eru sera takksom, um tit eisini vilja deila hesi boðini víðari.