Ongi úrslit

Eg havi tikið avgerð.

Eg stilli upp til Løgtingsvalið.

Jens Jákup, valevni fyri Sambandsflokkin
4 tímar síðan

Orsøkin er einføld:

Um mann er ónøgdur, má mann gera nakað við tað.


Eg havi arbeitt sum handverkari alt lívið.

Eg havi tvær handverkaraútbúgvingar – snikkari og film- og sjónvarpsfotografur.


Síðani eg byrjaði sum lærlingur havi eg ofta kent, at handverk og byggivinna verða mett sum annanklassa – sum um tey, ið lesa víðari á hægri lærustovni, eru meira verd.

Vit hava brúk fyri bæði teimum, sum lesa bøkur – og teimum, sum byggja landið við hondunum.

Sum fotografur var eg lægri løntur enn journalistar, hóast arbeiðið er ein líka týðandi partur av miðlunum.

Tað sigur nakað um, hvussu vit meta ymisk arbeiði.

Eg vil arbeiða fyri, at handverk, byggivinna og tænastuvinna fáa ta virðing, tey hava uppiborið.


Gjøgnum mín opinleika havi eg eisini merkt stuðul frá nógvum, sum hava nógv upp á hjarta.

Ofta skriva tey til mín privat ella í viðmerkingum. Tey eru samd – men halda seg ikki hava skil fyri politikki, og tí siga tey einki alment.


Eg vil eisini vera røddin hjá teimum.


X við Jens Jákup

X við Sambandsflokkin


Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

23 tímar síðan

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49