Ongi úrslit

“Eg gleði meg mest til felagsskapin”

Badmintonvangamynd til Oyggjaleikir á Orknoyggjum 2025: Miriam í Grótinum, 21 ár

Jonhard Hammer
5. juli kl. 10:25

Felag?

Københavns Badmintonklub (KBK).


Hvussu leingi hevur tú vant badminton?

Síðani eg var 9 ár, tá eg byrjaði í HBF.


Hvat dámar tær best við badminton?

At spæla dyst og blíva betri til ymiskar teknikkir. Mær dámar eisini serliga væl felagsskapin.


Hvat er tín yndis bólkur? Single, double ella mix?

Mær dámar faktiskt væl allir, men kanska serliga væl mix. Mær dámar eisini væl at standa sjálv á bananum, men tað er skeg at deila sigrarnar við einum øðrum.


Hvat er títt yndis slag?

Tað er nokk drop og smash.


Hvør er tín fyrimynd í badminton?

Mínar fyrimyndir er tey, ið eg síggi til kappingar uttanlanda, og tey, ið eru betur enn eg til venjing.


Hvussu kennist tað at vera úttikin til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum?

Tað kennist ordiliga gott at vera úttikin til mínar næstu Oyggjaleikir.


Hvat er títt mál á Orknoyggjum?

Mítt mál er at endurvinna liðkappingina og at klára meg enn betur í tí individuellu kappingini. Málið er eisini at gera mítt allar besta.

Hvussu fyrireikar tú teg til kappingina?

Fyrireikingin hevur verið í gongd leingi nú við áhaldandi styrkivenjing og konditiónsvenjing samstundis við nógvum dystarvenjingum til tær nógvu kappingar, ið eg havi luttikið í hetta kappingarárið.

Hvat gleðir tú teg mest til á Orknoyggjum?

Eg gleði meg mest til samanhaldið og liðkappingina. Eisini verður tað spennandi at síggja, hvussu støðið hjá mótstøðuspælarunum er nú.


Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26