Ongi úrslit

Eftir sjey neglabítandi minuttir er Perseverance lendur á Mars

Nasa váttar, at Perseverance er lendur í øllum góðum og hevur sent tær fyrstu myndirnar frá reyðu planetini

Sigurjón Einarsson
18. februar 2021 kl. 21:37

At Perseverance nú er lendur á Mars, er hæddarpunktið eftir fleiri ára fyrireiking og eina ferð til reyðu planetina, sum hevur vart í sjey mánaðir.

Eldhugafólk hava fylgt við kring allan heimin, og lættin og gleðin sást eisini í eftirlitsrúminum hjá Nasa, tá tað gjørdist greitt, at Perseverance hevði lent í øllum góðum. Løtu seinni var eisini fyrsta myndin at síggja.

Sjálv lendingin tók umleið sjey minuttir, men tað vóru nakrir neglabítandi minuttir, tí nógv kundi ganga galið. Undir helvtina av øllum sendiferðum til Mars eru eydnaðar.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

Í gjár kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01