Ongi úrslit

EB/Streymur fær norskan styrk

Norskur miðvallari fer at spæla við Márgáir tað, sum er eftir av hesum árinum

Jóannes Hansen
2. juli 2024 kl. 16:53

Støðutalvan sigur, at EB/Streymur er undir niðurflytingarstrikuni. Úrtøkan higartil er sjey stig, og EB/Streymur er næstaftast. Aftast er ÍF, sum hevur trý stig, og leygardagin hittast ÍF og EB/Streymur í Fuglafirði.

Í dag boðar felagið í Sundalagnum frá, at sáttmáli er undirskrivaður við norskan spælara, sum fer at spæla vi EB/Streymi tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.

EB/Streymur skrivar soleiðis:

 

EB/Streymur hevur gjørt avtalu við Mathias Blårud fyri restina av kappingarárinum.

Mathias er 29 ár og hevur leikt nógvar dystir í norskum fótbólti. Hann hevur leikt 187 dystir í OBOS liguni, sum er tann næstbesta deildin í Norra. Eisini kann nevnast, at hann hevur leikt 15 dystir í bestu norsku deildini.

Vit ynskja Mathiasi alt tað besta í EB/Streymi og gleða okkum til samstarvið, skrivar EB/Streymur í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Ken er givin í Vágum

23. juli kl. 14:40

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30