Ongi úrslit

Earth Hour tiltak í Fuglafirði

Eins og undanfarin ár skipar Fuglafjarðar kommuna fyri Earth Hour leygarkvøldið 22. mars frá kl. 20.30 til 21.30, tá øll gøtuljós ljós verða sløkt í Fuglafirði, á Kambsdali og á Hellunum.

Tíðindaskriv
21. mars kl. 16:00

Eins og undanfarin ár skipar Fuglafjarðar kommuna fyri Earth Hour leygarkvøldið 22. mars frá kl. 20.30 til 21.30, tá øll gøtuljós ljós verða sløkt í Fuglafirði, á Kambsdali og á Hellunum. Fleiri fólk og fyritøkur í Fuglafirði plaga at taka væl undir við tiltakinum, sum kennist friðsælt, savnandi og hugnaligt fyri mong.


Eitt Earth Hour tiltak verður í Fuglafjarðar kirkju leygarkvøldið kl. 20.30, har nýggja gospelkórið Lanterna syngur nýggjar og kendar sangir, meðan kertuljós lýsa kirkjuna upp. Hetta plagar at vera ein sera góð og hugfarslig løta, og í ár er ætlanin at enda við felagssangi. 


Kommunan minnir fólk á at ansa sær, um tey ganga ella koyra hendan tíman, tí úti er bølamyrkt, so endurskin eru alneyðug.


Earth Hour er tímin, tá einstaklingar, fyritøkur, kommunur og býir í øllum heiminum seta umhvørvið í miðdepilin. Fleiri kommunur í Føroyum gera eisini tað, og hetta hevur við sær, at stjørnuhavið og norðlýsið síggjast væl, um himmalin annars er klárur. So sløkk ljósið og njót friðin, saman ella hvør sær!


Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45