Ongi úrslit

Dorthea Højgaard Dam sett sum trivnaðarleiðari í Vága kommunu

Í starvinum sum trivnaðarleiðari fer Dorthea at samstarva og samskifta við politikarar, starvsfólk, borgarar og áhugafelagsskapir í Vága kommunu

vaga.fo
22. mars kl. 14:21

Býráðið í Vága kommunu hevur sett Dortheu Højgaard Dam í starvið sum trivnaðarleiðari í kommununi. Dorthea er 41 ára gomul og búsitandi í Sandavági. 

Dorthea er útbúgvin sosialnámsfrøðingur og hevur drúgvar royndir í leiðandi størvum innan hjálparfelagsskapir og at útvikla og gjøgnumføra langtíðarætlanir saman við privatum og almennum myndugleikum í Íslandi.

Seinastu árini hevur hon starvast sum verkætlanarleiðari á barna- og ungdómsøkinum hjá kommununi, og áðrenn tað var hon eitt skifti virkandi leiðari í frítíðarskúla. 

Í starvinum sum trivnaðarleiðari fer Dorthea at samstarva og samskifta við politikarar, starvsfólk, borgarar og áhugafelagsskapir í Vága kommunu. Hon fær høvuðsábyrgdina av øllum virkseminum hjá trivnaðardeildini, sum fevnir um mentanar- og trivnaðarøkið, og hevur beinleiðis tilvísing til kommunustjóran, og fær harvið stóra ávirkan á, hvussu Vága kommuna verður rikin.

Høvuðsuppgávurnar hjá Dortheu verða m.a. leiðsla av mentanarøkinum, harímillum yvirskipað ábyrgd av kvøldskúla, fyriskipan og samskipan av mentanarstuðli, tiltøkum o.ø.

Innan trivnaðarøkið verður høvuðsuppgávan at tryggja og menna tey góðu tilboð kommunan hevur á økinum, samskiftið við aðrar stovnar, ítróttarfeløg, borgarar umframt fleiri aðrar spennandi uppgávur.

Dorthea tekur við starvinum 1. apríl 2025.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45