Ein amerikanskur dómari hevur noktað at ganga einari áheitan á møti, um at avdúka tilfar hjá stórdómsnevndini, frá kanningini av vanæraða pedofila fíggjarmanninum, Jeffrey Epstein.
Dómarin Robin Rosenberg fann útav, at um hann fer at geva út skjøl úr hesum máli í Florida, so fór hann at bróta statslógina.
Skjølini innihalda óváttaðar hoyringar um nógv fólk sum vóru saman við Epstein.
Eisini er barnapornografi og kunning um offur, sum ikki skullu alment kunngerast.
Áheitanin var send av Trump-stjørnuni í farnu viku, tá hon stóð fyri vaksandi trýsti av handfaringini av Epstein-skjølunum.
Wall Street Journal gav út eina søgu, har Donald Trump, forseti, er millum fleiri hundrað, hvørs nøvn standa í hesum skjølum.
Blaðið skrivaði, at navnið á Trump kom fram saman við nógvum øðrum kendum folkum.
Men fólk lata seg ikki steðga so, og tí avgjørdu tey at senda áheitan.
-At vera nevndur í hesum skjølum er ikki prógv um nakað skeivt, segði ein talsmaður fyri Trump.