Ongi úrslit

Døgg Nónsgjógv tulkar sín egna uppruna

Rúmið er líkasum tað fyrsta stigið.

Jóhanna Højgaard
28. mai kl. 19:45

Døgg Nónsgjógv, dugnaliga sangarinnan við tí vøkru rødduni, sum vit eisini kenna við Tú tók mína hond, Tú og eg, v.fl. hevur í dag, mikudagin 28. mai, latið út eitt nýtt staklag sum kallast Rúmið.

Frálíka lagið kann hoyrast á øllum stroymitænastum.

Døgg hevur fingið hjálp frá góðum tónleikarum til hettar lagið, eins og øll hini løgini á heildarútgávuni.

Høgni Lisberg og Jan Rúni Poulsen hava nevnliga spælt ljóðføri inn.

Høgni og Døgg hava eisini verið góðir sparringspartnara um bæði lag og tekst.

Umframt tað, hevur Høgni eisini staðið fyr sjálva framleiðsluna av útgávuni.

Vit hava fregnast og fingið Døgg, sum er niðri í lestrarørindum, at svara nøkrum spurningum

Er sangurin skrivaður eftir egnari uppliving/upplivingum?

-Heildarútgávan hevur tulkingar av mínum uppruna, tvs at eg havi gjørt mína egnu tulking av kærleikssøguni hjá foreldrunum hjá mær.

-Rúmið er líkasum tað fyrsta stigið. Ein persónur kemur inn og brádliga sært tú bara hendan persónin. Tað haldi eg man kann siga at eg havi upplivað, tí tá eg møtti manni mínum, so læstu vit eygu og restina av kvøldinum vóru vit í okkara egnu verð. Tað er fantastiskt at hava upplivað.

Kunnu vit uppliva teg á festivalum/konsertum í summar?

-Sum nú er havi eg onga stóra spæling í summar, uttan útgávukonsertirnar. Nógv orka verður løgd í at fyrireika. Stakløg fara at koma út leypandi gjøgnum summarið.

Er møguleiki at ogna sær hesa útgávuna á LP?

- Einaferð í juli verður LP at fáa fatur á.

Verða nakrar aðrar verkætlanir á skránni hjá tær í nærmastu framtíð?

-Beint nú fari eg bara at njóta at hendan útgávan er ávegis. Nógv tíð og orka er løgd í útgávuna, og er tað fantastiskt endiliga at kunna deila tónleikin.

Stroym lagið https://orcd.co/rumid_single

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14