Djúp melankoli og inniligt takksemi

Tey hava nógv ymiskt á skránni - og eisini eitt heilt serligt lagt

Áki Bertholdsen
15 tímar síðan

Tað er fastur táttur, at Báta- og Listasavnið í Leirvík hava tónleikalig tiltøk við Moniku Stauss Joensen á violin. Hesa ferð hevur hon fingið gittarleikaran, Ólav Jakobsen, afturat sær og tey bæði fara at spæla konsert í søguríku hølunum seinnapartin sunnudagin klokkan 16

Tey bæði hava spælt leingi saman og tey hava eisini ferðast víða við tónleikinum, bæði í USA, í Sveis og í Týskalandi - men altíð, hava tey vitjað aftur í Leirvík. 

Tað er nógvur ymiskur tónleikur á skránni. Men eitt serligt lat tey fara at spæla, er eitt lag, Jóannes Joensen, leirvíkingin, við tí djúpu og serstøku røddini, ið Kringvarpið herfyri vísti hjartanemandi film um, hevur skrivað.

Jóannes Joensen skrivar løg til síni nærmastu. Fyrstu ferð Ólavur Jakobsen hoyrdi lagið, ið Jóannes hevði skrivað til Moniku, ið er kona pápabeiggjan hjá Jóannesi, helt hann fyri, at lagið var so kensluborið, at hann fegin vildi seta lagið út fyri violin og gittara. 

Ólavur helt, at lagið var merkt av djúpari melankoli og at tað er skrivað í inniligum takksemi til Moniku.

Monika og Ólavur hava spælt hetta lagið á konsertum, eisini uttanlands, og Nú verður so lagið, ið hevur heitið, Monika, aftur at hoyra í Leirvík í útsetingini hjá Ólavi Jakobsen fyri violin og gittara.

Umframt tónleikin hjá Jóannesi, verða tónar hjá Paganini, Bach, suðuramerikanskur sologittartónar og fólksligur tónleikur úr Sveis, og aðrastaðni á at hoyra. 

Okkurt jólaligt er eisini á skrá og eftir konsertina er hugnaløta við onkrum afturvið, siga fyrireikararnir.