Í dag koma Dialogar eftir heimspekingin Platon út á føroyskum. Forlagið HEMLIÐ gevur bókina út.
Talan er um fyrstu bók av trimum í eini røð við dialogum eftir Platon.
Dialogar Platons hava havt eina djúptøkna ávirkan á heimspeki og hugsan í Vesturheiminum, og bókmentaliga dygdin setur teir millum fremstu verkini í fornøld, og er óloysiliga knýtt at heimspekiliga virki Platons.
Platon skrivaði ikki heimspekiligar ritgerðir, men dialogar, tvírøður. Sjálvur er Platon ongantíð við í samtaluni, men heldur seg aftanfyri sum rithøvundur. Tað er Sokrates, lærumeistarin hjá Platoni, ið hevur orðið. Í hesi fyrstu bókini eru fýra tvírøður:
Parmenides
Theaitetos
Sofisturin
Statsmaðurin
Sokrates og samrøðufelagar hansara skifta orð um eina røð av heimspekiligum økjum í hesum fýra dialogunum.
Tað kann vera torført at fáa skil á, hvat Platon og Sokrates veruliga meina, og hvør ‘heimsspekiligi sannleikin’ í dialogunum er. Júst hetta er ein týðandi kjarni í dialogunum - teir eggja lesaranum til at hugsa sjálvur og umhugsa tað, sum orð verður skift um.
Hetta er fimm og tjúgunda útgávan hjá forlagnum HEMLIÐ, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi.
Heiðursgáva landsins fall Eilifi Samuelsen í lut, tá ið Mentanarvirðislønir landsins 2023 vórðu handaðar. Heiðursgávan er latin týðaranum fyri arbeiðið at flyta klassiskar heimsbókmentir á føroyska tungu.
Bókin er 416 bls og kostar 348 kr. Fyrsta bók í røðini Dialogar fæst til keyps í bókabúðum og á www.hemlid.fo