Ongi úrslit

Danska Djóraetiska Ráðið hevur gjørt nýggja yvirlýsing

Svínaframleiðsla er eitt etiskt kollaps, sigur høvuðsráðgevin

© Fødevarestyrelsen
Jóhanna Højgaard
21. august kl. 11:00

Danska Djóraetiska Ráðið hevur í nýggjari yvirlýsing, harðliga funnist at umstøðunum hjá svínum í vanligari svínaframleiðslu í Danmark.

Útsøgnin hjá danska djóraetikkráðnum vísir á massivt djórasvik í svínaframleiðsluni.

Sambært ráðnum er lóggávan ikki nóg mikið til at tryggja góða djóravælferð.

Harumframt er skaðilig aling, fastlæstar súgvar, minimalt pláss í fjósunum og haladokking, varpað ljós á sum óhóskandi umstøður hjá svínunum.

Munandi broytingar skulu gerast skjótast gjørligt, heldur í dag enn í morgin!

Ráðið er ráðgevandi stovnur hjá Matvøru- og Búnaðarmálaráðnum, sum hevur ábyrgdina av at verja djór.

-Tað er forferdiligt fyri djór við so mildari lóggávu, at tey ikki hava nakra veruliga verju.

Og tá tann lóggávan ikki eingongd verður hildin, er tað ein djóravælferðarvanlukka.

Svínaframleiðsla er eitt etiskt kollaps, sigur Birgitte Iversen Damm, PhD og høvuðsráðgevi fyri alidýr hjá danska djóraverndarfelagnum.

-Ráðharrin kann ikki ignorera hetta. Tað er hansara egna ráðgevandi ráðið hjá ráðharranum, sum vísir á, at so nógv í framleiðsluni er óhóskandi.

Og samstundis er tað metingin hjá ráðnum, at hvørki vinnan ella marknaðarkreftirnar eru førar fyri at betra um umstøðurnar, tí neyðugu forbetringarnar hava ikki veriðí gjørdar í fleiri áratíggju.

Teir ansvarshavandi politikararnir mugu bøta um hettar massiva brekið hjá svínunum skjótast gjørligt, og fáa Danmark úr hesi matvørurelateraðu støðuni, við heimsins mest intensivu framleiðslu av svínum, sigur Birgitte Iversen Damm.

Ráðharri fyri økið fyri føðivørum, landbrúki og fiskarí , og harvið eisini djóravælferð eitur Jacob Jensen.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

14 tímar síðan

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

Í gjár kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00