Ongi úrslit

Dánjal Danielsen er settur sum varaskúlastjóri á Skúlatrøð

Skúlatrøð
22. sepember kl. 17:10

Dánjal Danielsen er settur sum varaskúlastjóri á Skúlatrøð. Dánjal tekur við starvinum 20. oktober 2025.

Dánjal er útbúgvin fólkaskúlalærari á Fróðskaparsetri Føroya í 2013 og hevur hann starvast í skúlaskipanini í Klaksvík síðani. Fyrstu árini á Ziskatrøð og harnæst á Skúlatrøð.

Frá 2018 at rokna, hevur Dánjal virkað sum deildarleiðari á Valskúlanum, sum er 10. flokkur á Skúlatrøð. Her hevur Dánjal verið við til at skipa og menna góða tilboðið fyri okkara elstu næmingar í Norðoyggjum.

Skúlaárið 2021/22 røkti Dánjal starvið sum varastjóri í hádeild. Umframt dagliga sambandið við starvsfólkini og næmingarnar í hádeild, hevði Dánjal eisini ábyrgdina av próvtøkum og royndum annars. Eisini var Dánjal við til at leggja tímatalvu hetta tíðarskeiðið. Dánjal er 47 ára gamal og býr í Klaksvík.

Vit á Skúlatrøð ynskja Dánjali hjartaliga til lukku og Harrans signing í týdningarmikla starvinum

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39