Copenhell, sum síðan 2010 hevur verið hildið í gamla ídnaðarøkinum á Refshaleøen í Keypmannahavn, er vorðin ein sannur mentanarstovnur í tónleikahøpi, har stór tónleikanøvn, sum eitt nú Metallica og Iron Maiden, hava vitjað metalfestivalin, sum tykist blíva meira og meira væl umtóktur millum manna.
Men um nøkur ár kann tað vera, at Copenhell ikki meira sleppur at halda fram á Refshaleøen. Tørvur er á fleiri bústøðum í Keypmannahavn, og nú er líkt til, at gamla ídnaðarøkið skal brúkast til húsa- og íbúðarbygging.
– Tað er okkara vón, at tónleikur eisini verður á Refshaleøen í framtíðini, men kann Copenhell eisini vera har, tá Refshaleøen er fult útbygt? Tað verður torført, sigur aðalstjórin í Refshaleøens Ejendomsselskab, Jes Transbøl, í samrøðu við Berlingske í dag.
Mett verður, at upp ímóti 15.000 bústaðareindir kunnu gerast á Refshaleøen, sum liggur í norðasta parti av Amager.
Hóast framtíðin hjá Copenhell á Refshaleøen er óviss, so er líkt til, at kommunan í danska høvuðsstaðnum ynskir at hava tónleikafestivalin at halda fram í Keypmannahavn.
Millum annað er eitt uppskot at gera eitt nýtt festivaløki í syðra partinum av Prøvestenen, sum er ein lítil manngjørd oyggj beint sunnanfyri Refshaleøen á Amager.
Meirilutin í Keypmannahavnar kommunu ynskir, at ætlanirnar at byggja bústaðir á Refshaleøen verða framskundaðar, so byrjast kann fara at byggja á økinum longu í 2025 ella í 2026.
Copenhell er størsti metalfestivalurin í Danmark, og var fyrstu ferð hildin í 2010.
Skráin fyri Copenhell í ár er við at koma undir land, og har fer at bera til at hoyra millum annað Def Leppard, Gojira, Meshuggah, Mötley Crüe, Pantera og Slipknot.