Ongi úrslit

Colitis-Crohn Felagið bjóðar til ókeypis ráðstevnu

Her kann man nýta møguleikan at spyrja serfrøðingar um alt innan hesa sjúkur.

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 19:00

Føroyar hava tíverri heimsmet Í títtleika av tarmbrunasjúkum, og ein av teimun er Colitis-Crohn.

Crohns sjúka er einsjúka sum merkir kronisk inflammering í tarminum.

Sjúkan varð fyrstu ferð lýst av amerikanska læknanum Burrill B. Crohn í 1932, harav navnið.

Sjúkan kann koma fyri hvar sum helst í meldrinum, og eyðkennini eru sum oftast óbehag í búkinum og diaré, umframt vekttap, fepur og troytt.

Colitis-Crohn Felagið bjóðar til ókeypis ráðstevnu um tarmbrunasjúkur mánadagin 16. juni kl. 10.00-16.30. Har vera ymiskir serfrøðingar sum t.d fólk frá MiGut-verkætlanini. 

Tiltakið fer fram í Sjóvinnuhúsinum Kongshøll, har bæði føroysk og útlendsk vísindafólk greiða frá.

Av somu orsøk verður ráðstevnan tí á enskum.


Her kann man nýta møguleikan at spyrja serfrøðingar um alt innan hesa sjúkur.

Um hettar hevur áhugað, ber til at melda seg til her òkeypis-melda til her


Skráin:

09.00 - 10.00 Vælkomin og skráseting

10.00- 10.20 Magni Mohr, um Setrið

10.20 - 10.50 Dr. Johan Burisch, Hví Føroyar

10.50- 11.50 Dr. Herborg Johannesen, skjaldkertil

Dr. Pál Weihe, umhvørvisdálkan

11.50 - 12.20 Asta av Vollanum, Colitis Crohn Felagið

Miðmáli

13.30 - 14.40 MiGut granskarar, framløga

14.40 - 15.25 Prof. Aswin Anantakrishnan, Fyribyrging

15.25 - 16.30 Runda borðið

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

3. juni kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

4. juni kl. 17:00

Læknar vilja hava felags læknamiðstøð fyri alla Suðuroynna

4. juni kl. 08:56

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

7 tímar síðan