Ongi úrslit

Christian Matras 125 ár

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 14:15

Christian Matras fyllir 125 ár í dag, og á føðingardegnum hjá hesum mentamanni, sum hevur havt so stóran týdning fyri føroyska málið, hevur Málráðið lagt út eitt áhugavert skriv um hansara lívs- og yrkisleið:

– Fyrstu barnaárini gekk Christian í skúla á Viðareiði. Tá var einki fak, sum æt føroyskt. Alt var danskt. Ein dagin heima við hús kom hann fram á eina bók, sum endavendi øllum. Har á borðinum lá ‘Bíbilsøga’ eftir Jógvan Poulsen (1900). Nú kyknaði okkurt í dreinginum, tí bókin var skrivað á føroyskum. Hetta var fyrstu ferð, at hann las á sínum egna máli. Christian skal seinni hava sagt, at henda bók – ikki innihaldið, men sjálvur málbúnin – var tann týdningarmesta á hansara yrkisleið.

Soleiðis byrjar áhugaverda skrivið á Facebooksíðuni hjá Málráðnum. Les alt skrivið her.

Christian Matras hevur eisini ríkað okkum við hópin av føroyskum orðum sum til dømis gagnnýta, sannkenning og skilmarking.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Hetta líkar borgarstjóranum væl

1. desember kl. 23:24