Býráðsval: Bogi Andreasen hevur ikki tikið støðu

Fólkafloksmaðurin Bogi Andreasen hevur ikki avgjørt um hann stillar upp til Tórshavnar Býráð í november

Ragnar Sjúrðarson
20. august 2024 kl. 15:15

Bogi Andreasen hevur stillað upp til fýra tey seinastu býráðsvalini í Tórshavnar Kommunu.

Hann varð fyrstuferð valdur við 489 atkvøðum fyri Tjóðveldi í 2008, og gjørdist varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu. 

Í 2012 fekk hann afturval, hesaferð fyri Fólkaflokkin, við 259 atkvøðum og í 2016 varð hann valdur á triðja sinni, við 303 persónligum atkvøðum, tá Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn skipaðu samgongu. Í 2020 fall Bogi Andreasen, tá hann við 157 persónligum atkvøðum gjørdist ov stuttur til ein býráðsess.

Bogi hevur einaferð roynt seg í einum landspolitiskum vali, tá hann í 2011 stillaði upp fyri Fólkaflokkin. Við 167 persónligum atkvøðum bleiv hann nummar 12 á listanum, og tá Fólkaflokkurin endaði í landsstýrinum, tók hann fleiri ferðir sæti á tingi sum varamaður tað valskeiðið.

Men nú er ikki vist um Bogi Andreasen ætlar sær aftur í politikk. Við Dimmalætting sigur hann, at hann enn ikki hevur tikið avgerð um hann verður á listanum 12. November í ár.

Tað eru tveir mánaðir og tveir dagar, til listarnir til kommunuvalið skulu vera inni. Enn er eingin listi kunngjørdur, men ymiskt rørist nú í sambandi við valið. Í gjár segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn við in.fo, at hann ikki hevði tikið endalilga støðu til, um hann fór at stilla uppaftur. Hinvegin hevur dóttir hansara, Elin H. Joensen, játtað at stilla upp fyri Javnaðarflokkin til kommunuvalið – men bara um pápin ikki stillar upp, segði hon.

In.fo kundi eisini kunngera í dag, at Jákup Dam í Kollafirði, sum er valdur tríggjar ferðir í Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi, ikki stillar upp aftur.