Býráðslimir sissa fólk: Bygdafólk sleppa framvegis at koyra ókeypis

Men nú er prísur eisini settur á, hvat útlendingar skulu rinda fyri at koyra við Bussleiðini

Áki Bertholdsen
25. oktober 2024 kl. 07:57

Nú verður Bussleiðin í Tórshavnar Kommunu, kollvelt. Í nógv ár hevur tað verið ókeypis at koyra við býbussunum í Tórshavnar Kommunu. 

Men nú ætlar býráðið at gera gera ein enda á hesum. Býráðið hevur nevniliga boðað frá, at nú skulu borgarar í Tórshavnar Kommunu fáa eitt borgarakort, og so skulu fólk, sum ikki eru borgarar í Tórshavnar Kommunu, rinda fyri ferðaseðilin við Bussleiðini. 

Síðani vit skrivaðu um hetta í gjárkvøldið, hevur tað vakt ans, tí tað eru nógv sum harmast um, at Tórshavnar Býráð fer at gera mun á føroyingum.

Men á býráðsfundinum í dag royndu býráðslimir at sissa fólk, tí tey siga, at tað var ikki soleiðis meint og tað var ikki soleiðis, at uppleggið frá býráðnum skuldi skiljast. 

Tað eru nevniliga bara útlendingar, sum skulu rinda fyri at koyra við Bussleiðini. Allir føroyingar sleppa framvegis at koyra ókeypis, akkurát sum teir gera nú. 

Tað varð upplýst, at tey, sum hava okkurt uppi á sær sum vísir, at tey eru føroyingar, skulu tey ikki rinda fyri ferðaseðilin. 

Men býráðslimir halda, at tað er ikki rættvíst, at skattgjaldarin í Havn skal rinda fyri at útlendingar koyra runt í kommununi, púra ókeypis.

Eisini hevur verið víst á at tað er kappingaravlagandi fyri hýruvognarnar at Bussleiðin er ókeypis.

Hinvegin er tað greitt, at børn undir 13 ár sleppa framvegis at koyra ókeypis. Og nú er prísurin eisini settur á, hvat útlendingar skulu rinda fyri at koyra við Bussleiðini.

Tað merkir, at útlendingar skulu rinda 100 krónur fyri ein ferðaseðil, sum er galdandi í 24 tímar og tey skulu rinda 200 krónur fyri ein ferðaseðil, sum er galdandi í tríggjar dagar og tey skulu rinda 400 krónur fyri ein ferðaseðil, sum er galdandi í sjey dagar.

Úrslitið var, at níggju býráðslimir atkvøddu fyri, teir vóru Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Birgir Nielsen og Súsanna Olsen.

Teir fýra býráðslimirnir fyri Tjóðveldi, Elsa Berg, Jákup Dam, Gunvør Balle og Annika Olsen, atkvøddu blankt.