Ongi úrslit

Býráðslimir í Havn eru í øðini inn á borgarstjóran

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Tað gekk nokk so hart fyri seg á seinasta býráðsfundi í Havn.

Býráðið skuldi viðgera eitt stórmál, og tað var at útvega eitt grundstykki til at byggja nakrar hundrað lestrarbústaðir á.

Sum vit skrivaðu í áðni, endaði tað við, at teir báðir býráðslimirnir fyri kommunulistan, Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen, rýmdu av fundinum og atkvøddu sostatt ikki í málinum. Orsøkin var, at borgarstjórin hevði ikki sett málið á skrá átta dagar fyri fundin, og sostatt hevði hon ikki hildið tíðarfreistirnar.

Men eitt, sum fall býráðslimum rættiliga fyri bróstið, var, at longu áðrenn býráðið hevði tikið støðu í málinum, hevði Tjóðveldi almannakunngjørt eitt tíðindaskriv um at býráðið útvegaði stykki til 250 - 350 lestrarbústaðir.

Á myndini, sum fylgdi við tíðindaskrivinum, stóu Elsa Berg, borgarstjóri í Havn og Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, á stykkinum, har ætlanin er at byggja lestrarbústaðirnar.

Tað vóru býráðslimir í øðini um.

Annfinn Brekkstein býráðslimur fyri Sambandsflokkin, og sum eisini stillar upp fyri flokkin til løgtingsvalið var rættiliga fortørnaður um tíðindaskrivið frá Tjóðveldi.

Hann átalaði, at borgarstjórin dregur Sirið Stenberg upp í málið, sum hann orðaði seg.

Og hann ætlar sær ikki at verða útnyttaður  og misbrúktur av Tjóðveldi, sum hann segði.

Hann kallaði framferðina hjá borgarstjóranum fyri smakleysa og hann segði, at tað fortýrar og oyðileggur arbeiðið í býráðnum at býráðslimir eru so sjálvglaðir, sum hann kallaði tað. Hann segði, at av tí sama fór hann ikki at atkvøða fyri málinum.

Guttormur Skála, býráðslimur fyri Borgaralistan, var ikki fegin fyri tíðindaskrivið. Tey, sum sita í býráðnum, hava einki at gera í Løgtinginum, tí tað eru mótstríðandi áhugamál, heldur hann. hann atkvøddi kortini fyri málinum.

Eisini Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, og varaborgartjóri, sum er við í býráðsmeirilutanum, er illur.

Hann sigur, at framferðin er øgiliga keðilig og hann finnur seg ikki í hesum arbeiðsmátanum.

Eisini hann heldur, at framferðin hjá borgarstjótanum er smakleys og øgiliga ódámlig. Men hann sigur, at nú hevur Tjóðveldið sett kósina so nú kundi hann lovað, at tað fara at koma fleiri tíðindaskriv um arbeiðið í býráðnum. Eisini hann atkvøddi fyri málinum.

Elsa Berg, bogartjóri, helt, at hetta er púra óslkiljandi, og hon heldur, at hetta var bara ein roynd at fáa málið av kós. Hon sigur, at tað stendur øllum býráðslimum púra frítt at kunna um, hvat vit gera í býrðanum.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01