Eftir at býráðið í Vága kommunu 30. september samtykti ein kostpolitikk fyri børn og ung, er kommunan nú farin undir næsta stig: at kanna, hvussu politikkurin kann setast í verk á dagstovnum, í skúlanum og í frítíðartilboðum. Til hetta arbeiðið er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal greina verandi støðu og leggja fram eitt samlað tilmæli um eina framtíðar matarskipan, sum er í trá við yvirskipaða kostpolitikkin fyri Vága kommunu
Kostpolitikkurin leggur dent á, at máltíðir eru ein grundleggjandi partur av lívinum hjá børnum og ungum – ikki bara sum føði, men eisini har børn læra samveru, nærveru, siðvenju og virðing fyri ymiskleika. Ein skipað matarskipan kann tí bæði stuðla undir heilsu og trivnaði og samstundis styrkja matmentan, burðardygd og felagsskap í gerandisdegnum.
Arbeiðsbólkurin fer komandi tíðina at lýsa, hvussu støðan er í dag á stovnum og skúla, og hvønn tørv kommunan hevur á eini felags matarskipan. Bólkurin fer eisini at kanna, hvørji tilboð og mannagongdir eru mest hóskandi, og hvussu tey kunnu samsvara við visjónina um góðar og fjølbroyttar máltíðir, sum øll børn skulu hava javnbjóðis atgongd til. Í arbeiðinum verður somuleiðis innheintað vitan frá gransking og serfrøði, og tosað verður við foreldur, starvsfólk og øll viðkomandi fakfólk, so grundarlagið undir tilmælinum verður bæði fakliga haldgott og tætt knýtt at gerandisdegnum í kommununi.
Endamálið er, at kostpolitikkurin ikki bert verður eitt politiskt skjal, men verður settur í verk sum eitt grundarlag fyri tí góðu, fjølbroyttu og felags máltíðarmentanini á stovnum og skúla. Ein matarskipan skal kunna fremja bæði sunnan kost og góða samveru – og harvið gerast ein styrki fyri trivnað og menning hjá børnum og ungum í Vága kommunu.
Tá arbeiðsbólkurin hevur gjørt sítt tilmæli, verður málið aftur lagt fyri politisku skipanina at taka endaliga støðu.
Kostpolitikkurin hjá Vága kommunu kann lesast her.