Føroyar hava seinastu 10-15 árini verið í sínum søguliga størsta hákonjukturi nakrantíð, og hetta hevur viðført nógv virksemi í byggivinnuni. Í hesum sambandi kann nevnast, at tað í 2024 vórðu skrásett 517 feløg í byggivinnuni sambært Hagstovuni, sum eisini er tað hægsta nakrantíð í einum ári.
Sambært Hagstovuni var úrslitið í byggivinnuni í 2010 eitt hall á 64 milliónir krónur, men longu í 2011 var aftur avlop. Síðani hevur tað bara gingið uppeftir, og árið 2024 gjørdist tað besta hjá byggivinnuni nakrantíð, tá samlaða ársúrslitið vísti avlop á 272 milliónir krónur.
Samlaða avlopið hjá byggivinnuni í tíðarskeiðnum 2011 til 2025 hevur verið avlop á omanfyri 1,8 milliardir krónur sambært Hagstovu Føroya.
Hyggur man eftir roknskapunum hjá teimum stóru byggifyritøkunum í Føroyum, Articon, Kanjon, J&K Petersen, MTV Byggivirkið, Jóan Petur Vang, HVT og Búsetur, sæst, at úrslitini hjá hesum fyritøkum hava verið framúr góð seinastu árini.
Sambært Vinnuvitan høvdu allar hesar fyritøkur avlop fyri árið 2024, tá samlaða avlopið hjá hesum fyritøkum eftir skatt var 96 milliónir krónur.
At gongdin i byggivinnuni er góð, og at útlitini hjá vinnuni eru góð, kom til sjóndar herfyri, tá danska fyritøkan, Per Aarsleff Holding, keypti 80 prosent av partabrøvunum í Articon fyri 144 milliónir krónur, svarandi til, at Articon hevur eitt virði á 180 milliónir krónur.
Treystitalið lækkar
Byggivinnan hevur sum heild verið ógvuliga bjartskygd tey seinastu nógvu árini. Í 2020 og 2021 væntaði byggivinnan eina afturgongd, men tað vísti seg tó, at hesi árini eisini gjørdust góð ár.
Í 2023 og 2024 var byggivinnan sera bjartskygd, og hetta bjartskygni hevur eisini víst seg í verki, tí hesi árini hava verið met ár hjá byggivinnuni.
Nýggjastu tølini vísa tó, at byggivinnan nú ikki er eins bjartskygd, sum hon hevur verið frammanundan. Treystitalið hjá byggivinnuni er triðja hálvárið á rað fallið, og í juni 2025 vísti talið -1,0, sum er nógv lægri enn langtíðar miðal treystitalið hjá byggivinnuni á 23.
Sostatt metir byggivinnan, at virksemið fer at lækka nakað í komandi ári, og hetta kemur neyvan óvart á nakran, tí byggivinnan hevur kókað í fleiri ár, og tað er helst ikki sannlíkt, at hendan gongdin kann halda fram á sama høga støði allatíðina.
Færri bíleggingar
Sambært Hagstovuni svarar byggivinnan, at vinnan hevur færri bíleggingar, enn hon hevur havt frammanundan, og tískil metir vinnan, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at minka.
Sambært Hagstovuni er vísitalið fyri bíleggingar hjá byggivinnuni fallið frá 56 í januar 2023 til -16 í juni 2025. Hesi tøl geva eina ábending um, at tað nú eru munandi færri bíleggingar í byggivinnuni enn vanligt.
Í hesum sambandi kann nevnast, at Búskaparráðið í síni heystfrágreiðing vísir á, at byggivinnan ikki hevur fullar ordrabøkur í eins langa tíð fram, sum hon hevur havt seinastu árini, og tað er helst hetta, sum togar treystitalið hjá vinnuni niður.
Sambært Búskaparráðnum hevur byggivinnan í løtuni tryggjað arbeiði í 11 mánaðar fram samanborið við, at byggivinnan í 2023 hevði tryggjað arbeiði í hálvtannað ár fram. Búskaparráðið leggur aftrat, at ráðgevarafyritøkur vænta eitt sindur færri verkætlanir komandi tíðina, meðan umboð fyri stóru byggifyritøkurnar lata væl at og meta ikki, at tað verða útlit til færri íløgur komandi tíðina.
2025 verður eitt gott ár
Hóast byggivinnan sambært Hagstovuni hevur verið minni bjartskygd seinastu 1-2 árini, so kann staðfestast, at árið 2024 gjørdist tað besta hjá vinnuni nakrantíð, og at árið 2025 helst eisini verður eitt gott ár.
Tað framgongur eisini sambært almennum tølum, at tað ikki er soleiðis, at íløgurnar í Føroyum eru minkaðar nakað nevnivert í 2025 í mun til undanfarin ár.
Sambært heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum fyri 2024, vóru metingar um, at tað almenna - tað er land, kommunur umframt almennar fyritøkur - fer at gera íløgur í 2025 fyri omanfyri 2,5 milliardir krónur, sum er á sama støði sum undanfarin ár.
Framvegis trot á arbeiðsmegi
Sambært tølunum hjá Hagstovuni eru tað skrásett umleið 2.500 starvsfólk í byggivinnuni í verandi løtu. Hetta er nøkulunda tað sama, sum tað hevur verið í tíðarskeiðnum 2020 til 2024. Harvið er virksemið í byggivinnuni ikki lækkað í mun til undanfarnu árini.
Hetta er eisini tey hægstu tølini fyri starvsfólk, sum nakrantíð eru skrásett í byggivinnuni – og enntá hægri enn starvsfólkatalið í teimum villu 80´unum, og áðrenn fíggjarkreppuna í 2008, tá starvsfólkatalið var ávikavist 2.200 starvsfólk og 1.900 starvsfólk.
Góða gongdin hevur viðført hækkandi lønargjaldingar í byggivinnuni.
Í 2013, áðrenn virksemið í byggivinnuni av álvara tók seg uppaftur, vóru lønargjaldingarnar 438 milliónir krónur. Árini 2020 og fram til nú hava lønargjaldingarnar í byggivinnuni verið omanfyri 1 milliard krónur um árið.
Sambært nýggjastu heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum, svarar byggivinnan, at mangul uppá arbeiðsmegi er størsta avmarkingin hjá vinnuni, umframt at tað er torført at finna skikkað fólk til byggivinnuna.
At byggivinnan svarar, at trot á arbeiðsmegi er størsta forðingin fyri meiri framleiðslu, er møguliga í andsøgn við lækkaða treystitalið hjá byggivinnuni, umframt at hetta er í andsøgn við, at vinnan metir seg hava minni tørv á arbeiðsmegi í komandi ári.
Ferð á íbúðar bygging
Seinastu árini hevur eitt av heitastu kjakevnunum í samfelagnum verið mangul uppá bústaðir.
Í hesum sambandi hevur verið varpa ljós á, at frameftir mugu byggjast fleiri íbúðir.
Í 2024 vóru bygdar 331 nýggjar bústaðareindir sambært Hagstovuni, sum helst er tað mesta sum nakrantíð er bygt uppá eitt ár.
Av teimum 331 nýbygdu bústaðar eindunum fyri 2024, vóru 203 av teimum nýggjar íbúðir. Harvið vóru tveir triðingar av øllum nýggju bústaðar eindunum í 2024 - íbúðir.
Hetta er samstundis fyrstu fer, at tað er bygt meira enn 200 nýggjar íbúðar eindir uppá eitt ár í Føroyum.