Hetta er ikki ein spurningur um góðar ætlanir ella politiskar slagorðingar. Tað er ein spurningur um, at vit í Føroyum ikki byggja nóg nógv – og ikki nóg skjótt.
Hetta er heldur ikki ein nýggjur trupulleiki. Tá foreldur míni settu búgv á Argjum í 1972, var eisini mangul upp á grundstykkir og bústaðir – og tað er tað framvegis. Tað vísir, at vit hava havt eina strukturella avbjóðing í nógv ár: útboð og eftirspurningur eru ikki í javnvág.
Skulu vit loysa trupulleikan, mugu vit fyrst og fremst fáa útboðið upp.
Skjótari at fáa loyvir.
Tað merkir, at vit mugu gera tað lættari og skjótari at byggja. Í dag taka byggiloyvi og viðgerðir hjá myndugleikum ov langa tíð. Tað ger verkætlanir dýrari og minkar hugin at fara undir nýggjar íløgur. Ung, sum vilja byggja, kunnu koma í bíði støðu í áravís.
MVG afturbering.
At byggja er eisini vorðið ov dýrt. Her mugu vit tora at hugsa nýtt. Eitt ítøkiligt stig er at avtaka MVG á fyrstu bygging. Tað hevði minkað kostnaðin munandi – til dømis hevði eitt hús til 4 mió. kr. kostað umleið 3,2 mió. uttan MVG. Tað gevur ungum nógv betri gjaldføri, heldur enn at fáa stuðul spjaddan yvir 20–30 ár. Við hesum avtaka við eisini skipanina við rentustuðli yvir eitt langt tíðarskeið.
Møguleiki at leiga grundstykki.
Eitt annað, sum kann hjálpa ungum at koma inn á bústaðarmarknaðin, er at geva teimum møguleika at leiga grundstykki – serliga í sambandi við nýbygging, sum økir um útboðið av bústøðum.
Hetta er ikki nakað nýtt. Leiga av lendi verður longu brúkt í Føroyum, til dømis til vinnuøkir og framvið kaiøkjunum. Sama prinsipp kann nýtast til bústaðir.
Treytirnar kunnu skipast soleiðis, at leigan í veruleikanum svarar til at rinda fyri grundstykkið yvir tíð – á sama hátt sum eitt húsalán. Verður húsið selt, kann upphæddin rindast út, ella leigan kann flytast yvir á nýggja eigaran, júst sum vit kenna tað frá vinnustykkjum í dag.
Fáa ung, sum byggja fyri fyrstu ferð, møguleikan at leiga grundstykki – saman við afturberingarskipanum av MVG – verður tað munandi meira realistiskt at koma inn á bústaðarmarknaðin.
Sum støðan er í dag, er tað hjá mongum sera torført fyri ikki at siga ómøguligt
Besta uppsparingin er í egnan bústað.
Eisini eiga vit at geva fólki betri møguleika at brúka av egnu pensjón sum íløgu í bústaðin. Tað gjørdu vit, eg og kona mín, og tað gav okkum tryggleika tí vit kundu minka um skuldina lutfalsliga skjótt Tað er ein skilagóð leið inn á bústaðarmarknaðin – og ofta tann besta íløgan, ung fólk kunnu gera. Verða húsini selt skal uppsparingin setast innaftur.
Bíligari at byggja.
Byggireglugerðirnar mugu eisini tillagast føroysk viðurskifti. BK17 er ikki lagað til okkara veruleika. Vit hava ikki minus 20 stig og frost, men nógv regn og nógvan vind. Ein tillaging kann minka bæði arbeiðstíð og tilfarsnýtslu – og sostatt gera tað bíligari og skjótari at byggja.
Byggilendi.
Samstundis er tørvur á meira byggilendi. Kommunur mugu tryggja, at grundstykki eru tøk, og at útstykkingar fylgja við eftirspurninginum. Tað nyttar lítið at vilja byggja, um lendið manglar.
Samtíðis mugu vit eisini tora at hyggja at eftirspurninginum, har tað gevur meining.
Í Havn síggja vit í dag bústaðir, sum verða keyptir fyri høgar upphæddir og síðan leigaðir út til Airbnb. Tað økir um trýstið, og ger tað torførari hjá ungum – eisini mínum egnum børnum – at fáa bústað. Í slíkum økjum kann tað vera skilagott at geva kommunum møguleika at seta avmarkingar. Men har bústaðir ikki mangla, til dømis í ávísum bygdum, er Airbnb ikki ein trupulleiki – tvørturímóti ein sera góð hjálp at fíggja viðlíkahald av bústaðinum.
Vit mugu hinvegin vera varin at seta stuðulsskipanir í verk, so leingi útboðið er ov lágt. Tað førir ofta bara til hægri prísir.
Eingin ognsarskattur!
Og eitt er greitt: tit fáa ikki ognarskatt við Fólkaflokkinum.
Ognarskattur rekur fólk úr egnum húsum. Eitt dømi. Tey sum búgva í einum húsum í Havn, hava kanska arva hesi og búð har í fleiri ættarlið, eru pensjonistar ella forvinna bert vanligar lønir, ja hesi verða rikin út sínum heimi. Tað sama verður galdandi í øðrum bygdum har eftirspurningur er eins stórur og í miðstaðarøkinum.
Flestu bústaðir, eru longu er goldnir við skattaðum peningi. Hugsa vit okkum, at húsini er mett at hava eitt virði á 4 mill., og ognar skatturin er 1%, verður ognarskatturin 40.000 kr. Er ognarskatturin 0,5% verður ognarskatturin 20.000.
Verður byrjað at ognarskatta húsi nummar 2 ella 3, er lítið at ivast í, at tað við tíðini verður víðkað. Vit hava sæð tað fyrr – tá pengarnir manglar, verður farið víðari. Hevði ognarskattur verið loysnin á bústaðartrupulleikanum, høvdu somu trupulleikar ikki verið í býum sum Keypmannahavn, Oslo o.s.fr..
Fleiri íløgur
Vit mugu eisini skapa betri treytir fyri íløgum. Fólkaflokkurin hevur uppskot um at broyta avskrivingar soleiðis, at tær eisini eru galdandi fyri smærri bygging, tað vil siga færri enn 10 íbúðir. Tað almenna fer ikki einsamalt at loysa bústaðarneyðina. Vit hava tørv á privatum kapitali og íleggjarum, sum síggja tað sum áhugavert og trygt at byggja – serliga útleigubústaðir.
Byggja fjølbroytt.
Somuleiðis mugu vit byggja meira fjølbroytt. Ikki øll hava tørv á stórum sethúsum. Ung, lesandi og eldri hava ofta tørv á smærri bústøðum – íbúðum og raðhúsum. Tað eigur at verða ein natúrligur partur av einum skynsamun bústaðarpolitikki. Pensjonistar fara neyvan at selja sín hús, sum kanska eru 150 til 200 fermetrar , fyri 4 mill., og keypa eina 60 fermetra íbúð fyri 4 mill. Tað gevur onga meining. Hinvegin hevði tað givið meining, um húsini fóru fyri 4 mill. og íbúðin varð keypt fyri 2,5mill. Pensjonisturin hevði fingið 1,5 mill. til sín sjálvan. Gott afturat lægstu fólkapensjónini.
Nýggir byggihættir, sum modulbygging og standardisering, kunnu eisini minka kostnað og byggitíð. Hettar er ein møguleiki, sum kundi verið lýstur betri.
Bústaðarneyðin verður ikki loyst við einum einstøkum tiltaki. Men kjarnin er greið:
Vit mugu byggja meira, skjótari og bíligari.
Tað krevur politiskan vilja – men eisini, at vit tora at gera tær broytingar, sum veruliga muna.
Fróði Magnussen, Fólkaflokkurin