Ongi úrslit

Burn Fitness høvuðsstuðul fyri inniróðurin hjá Róðrarsambandi Føroya

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
11. sepember kl. 11:49

Burn Fitness og Róðrarsamband Føroya fegnast um at hava gjørt eina 3-ára

samstarvsavtalu, har Grand Prix-kappingarnar í inniróðri komandi árini fara at bera heitið

“Burn róðurin”.

“Hetta er eitt samstarv, ið hóskar serliga væl, tí Burn Fitness er umboð fyri Consept II

rógvimaskinur, ið verða brúktar í flestu altjóða kappingum í inniróðri. Við samstarvinum

verður tryggjað, at føroyskir innirógvarar altíð hava útgerð í bestu góðsku, og at

ítróttargreinin kann mennast enn meira” sigur Jákup Súni Berg, stjóri í Burn Fitness.

“Sum ítróttargrein hevur inniróðurin tikið seg sera nógv fram her í Føroyum og víða um

heim. Føroyskir rógvarar hava í nógv ár kappast á altjóða støði og hava bæði vunnið EM-

og HM-medaljur hesi árini. Vit hava høgar væntarnir og mál fyri inniróðurin, og varð

nýggjur landsliðsvenjari settur í starv fyri stuttum. Við avtaluni við Burn Fitness fer útgerðin

hjá okkara innrógvarum altíð at verða í topp til kappingar” sigur Petur Hansen, formaður i

RSF.

Samstarvið gevur føroyskum rógvarum bestu møguleikar at kappast á hægsta altjóða

støði. Við útgerð í bestu góðsku og skipaðum kappingum í Føroyum eru lunnar lagdir

undir, at føroyskir rógvarar kunnu røkka altjóða sigrum í framtíðini.

Vit gleða okkum til eitt gevandi samstarv, leggja báðir partar afturat.

 

Róðrarsamband Føroya og Burn Fitness

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

23 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03