Ongi úrslit

Búi er nýggjur formaður í B71

Búi Falkvard Clementsen avloysir Jóhonnu Jancyardóttir í formanssessinum

B71
13. sepember kl. 09:50

B71 hevur valt nýggjan formann. Jóhanna Jancyardóttir hevur verið forkvinna. Nú er hon kassameistari.

B71 skrivaði soleiðis í gjárkvøldið:

 

Í farnu viku var kalla inn til eyka aðalfund hjá B71 og broytingar framdar í viðtøkunum, so at starvsnevnd felagsins kann verða vald við ársenda, heldur enn ársbyrjan. Á hendan hátt ber m.a. til hjá nývaldum nevndarlimum at gera sína ávirkan galdandi beinanvegin og fyrireika eitt komandi kappingarár.

Starvsnevndarval varð tískil avgreitt á farna eyka aðalfundi, har Davia Nicolajsen, Súsanna Davidsen og Jan Eskild Glyvrardal, øll úr Skopun, vórðu nývald í nevnd, saman við Jóhonnu Jancyardóttir, ið var endurvald og sitandi nevndarlimi Búi Falkvard Clementsen.

Í kvøld var fyrsti fundur og nevndin skipaði seg soleiðis:

Búi Falkvard Clementsen, formaður

Jan Eskild Glyvrardal, næstformaður

Jóhanna Jancyardóttir, kassameistari

Davia Nicolajsen, skrivari

Súsanna Davidsen, nevndarlimur

Mest lisið hesa vikuna

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

23 tímar síðan

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Nú eru tølini komin á borðið: So stórt bakkast var Galaxy fyri Suðuroynna

Í gjár kl. 16:00

Fara beinanvegin at leita eftir avloysaraskipi fyri Smyril

Í gjár kl. 09:49