Ongi úrslit

Brynja flytur til Stjørnuna

Fyrrverandi strikuspælarin hjá Neistanum og landsliðsspælarin Brynja Høj fer nú at spæla við Stjørnuni

Hondbóltsfelagið Stjørnan
2. desember 2025 kl. 19:26

Hondbóltsfelagið Stjørnan í Klaksvíkar skrivar soleiðis í kvøld:

Brynja Høj nýggjur Stjørnuleikari.

Í øllum landsliðsmeldrinum hjá A-landsliðnum hjá kvinnunum, kemur enn ein hvøkkur. Fyrrverandi varaliðskiparin á landsliðnum, tekur harpiksi av hillini og ger avtalu við Stjørnuna. Eg eri spent uppá at byrja aftur. Eftir ein stuttan steðg merki eg í mær, at eg enn vil hondbóltin. Stjørnan er í gongd við eitt fínt kappingarár, har liðið fegið vil bjóða av í topp fýra, og tað sýnist at vera ein góður felagsskapur kring felagið sum er í menning - sigur nýggi Stjørnuleikarin, Brynja Høj. Regin Sivertsen, formaður í Stjørnuni sigur, at í felagnum eru tey errin av at kunna fáa ein leikara til Stjørnuna við tílíkum eginleikum og stuðlar hetta við raðfestingina hjá Stjørnuni við at royna at kappast við ovaru liðini.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41