Ongi úrslit

Brúka alla orku upp á at fáa Galaxy í sigling í morgin - men øll loyvi eru ikki avgreidd

Áki Bertholdsen
22. august kl. 12:11

Í hesum døgum brúkar Strandferðslan alla orku upp á at fáa Galaxy í sigling í morgin ári.

Men enn eru øll loyvi ikki útvegað.

Tað plagar ongantíð at vera ein trupulleiki at skip avloysa Smyril tá ið hann fer í dokk.

Tí kom tað óvart á Strandferðsluna, at Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið, hesa ferð noktaði at lata limir sínar fara umborð á Galaxy - og kravdi samstundis, at grikska manningin skal hava arbeiðsloyvi í Føroyum og skuldi lønast eftir føroyskum sáttmálum.

– Hetta er ongantíð hent fyrr. Tað var hvørki ein trupulleiki seinast, Galaxy var her í 2017 og tá ið Prince var her í 2019, sigur Niels Juel Arge Stjóri á Strandferðsluni.

Málið endaði í gerðarrættinum, og har var niðurtøðan, at feløgini kundu ikki nokta feløgunum at lata manningina fara umborð.

Men kravið um, at útlendska manningin skuldi hava arbeiðsloyvi í Føroyum, stendur við.

– Eg hugsi eisini, at kanska høvdu fakfeløgini ein meiri praktiskan hugburð, enn tey hava nú, sigur hann.

Hann sigur, at tað er eisini sum um at Útlendingastovan hevur broytt støðu, tí áður hevur hetta ikki verið ein trupulleiki.

– Beint nú er tað okkara høvuðsuppgáva at fáa Smyril í dokk og at fáa Galaxy í sigling í morgin, sigur Niels Juel Arge.

Tí hava tey brúkt alla orku í at fáa manningarsjølini skrivað soleiðis, at grikska manningin kann fáa arbeiðsloyvi, og tey vænta og vóna, at tað kann avgreiðast í dag, so at Galaxy sleppur í sigling í morgin ári. Tað eru eisini eini av ørindunum, nú Galaxy er farin royndartúr til Havnar í morgun.

Men heilt vist er tað kortini ikki, ásannar hann.

Niels Juel Arge sigur, at beint nú snýr tað seg um at fáa Galaxy í sigling.

Men hann sigur samstundis, at tey eru ikki samd í avgerðunum um, at grikska manningin skal hava arbeiðsloyvi í Føroyum.

– Men sjálvandi fylgja vit úrskurðinum um tað so at Galaxy fær siglt. Men seinni fara vit so at kanna møguleikarnar fyri at kæra avgerðina, sigur hann.

Hann sigur, at tað kostar Strandferðsluni yvir tvær milliónir krónur eyka, tí hetta fer at økja munandi um manningarútreiðslurnar, at grikska manningin skal hava føroyskt arbeiðsloyvi.

Tað er ein upphædd, sum skal skerjast av upphæddini, sum er sett av til at fáa Smyril í dokk, so tað kann henda, at tey mugu gera tillagingar í sambandi við dokkingina.

Tí fer Strandferðslan eisini at kanna møguleikarnar fyri at reisa endurgjaldskrav.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14