Ongi úrslit

Brøðrabólkar rysta oyggjarnar um vikuskiftið

200
13 tímar síðan

Heimsins seigligasta konsertferð™

Brøðrabólkar rysta oyggjarnar um vikuskiftið

Í 2006 bleiv rokksøgan ótilvitað broytt, tá ið íslendsku rokklegendurnar HAM og føroysku seperatistpunkararnir 200 vórðu bókaðir at spæla á somu konsert á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

Tað var kærleiki, brøðralag og rock’n’roll við fyrsta 1-2-3-4. Síðani hava bólkarnir hildið sambandið, meðan teir rokkaðu hvør sítt oyggjasamfelag. Alt meðan lunnar vórðu lagdir undir Heimsins Seigligastu Konsertferð™.

2023 bleiv árið, har konsertferðin bleiv uppafturtikin við post-koronskari rokkan í Reykjavík. Jarðfrøðin í Íslandi bleiv broytt í ævir.

Hetta vikuskiftið er triðja legg av seigligu heimsrundferðini á skrá, tá ið HAM vitjar 200, fríggjakvøldið í Listastovuni í Miðvági, og Leygarkvøldið í OY.

Þidningarmikið nørrønt samstarv

Íslendska kringvarpið var á staðnum tá ið Reykjavík bleiv ruskað. Og tá ið RUV bert loyvir íslendskum í beinleiðis sjónvarpi, so er bara eitt at gera, og tað er at tosa íslendskt.

Bjartskygda innslagið sæst her: https://www.ruv.is/ungruv/spila/frettir/30762/a0guoe/ham-med-tonleika-a-hurra

Ver har, tá rokksøga verður skrivað

Tað er nú, at brøðralagið skal standa sína roynd, og spennandi verður um Føroyar nakrantíð verða tær somu. Og ikki minst nær og hvar fjórði partur av Heimsins Seigligastu Konsertferð™ verður.

200+HAM

Fríggjakvøldið 14/11 kl 21 – Listastovan, Miðvágur

Leygarkvøldið 15/11 kl. 21 – OY, Tórshavn

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Sýri bað um friðskjól í Føroyum

7. november kl. 07:44

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

Í gjár kl. 12:41