Ongi úrslit

Brimheim fór avstað við ársins útgávu

Brimheim átti bestu útgávuna í 2024

Jonhard Hammer
21. mars kl. 21:35

Brimheim hevur av sonnum gjørt um seg í tónleikaumhvørvinum hetta farna árið. 


Hetta er heldur ikki fyrstu ferð í ár, at Brimheim verður heiðrað fyri útgávu sína “Ratking”. Fyrr í ár vann hon sum tann einasta heili tveir tónleikaprísir til virðislønarveitsluna í Park Bio í Keypmannahavn. Tá var tað fyrstu ferð, at Den Uafhængige – nýggja tónleikavirðislønarfagnaðurin í Danmark – varð hildin, og Brimheim fór avstað við tónleikaprísunum: Ársins fløga og ársins framleiðari. Hon var tilnevnd heilar 4 prísir. 


Í kvøld varð hon aftur fagnað fyri útgávuna, ið kom út í fjør.


Løgini á “Ratking” hava verið ómetaliga væl móttikin, ið sæst aftur á spælingunum á Spotify. “Literally Everything” hevur 601 túsund spælingar, Brand New Woman 472 túsund spælingar og Normies hevur 141 túsund spælingar.



Tey tilnevndu til ársins útgávu vóru:


- Brimheim - Ratking
- Eivør - Enn
- Lena Anderssen - State of the Land
- Hamferð - Men Guðs Hond Er Sterk
- Lea Kampmann – Seinferð


Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45