Ongi úrslit

Bretland: Stytta tíðarskeiðið úr seks mánaðum niður í tríggjar

Bretsku heilsumyndugleikarnir hava gjørt av at stytta tíðarskeiðið millum aðru og triðju koppseting niður í tríggjar mánaðir, skrivar The Guardian

Sveinur Tróndarson
8. desember 2021 kl. 09:17

Frá í dag kunnu milliónir av bretum skriva seg upp til triðja koppsetingarprikið eftir at bretsku heiksumyndugleikarnir hava gjørt av at stytta tíðarskeiðið millum 2. og 3. koppseting úr seks mánaðum niður í tríggjar.

Tað skrivar enski miðilin The Guardian á heimasíðu síni.

Bíleggingarskipanirnar eru dagførdar, tá tær lata upp í morgun, og tá kunnu øll, eldri enn 40 og tey, sum eru í vandabólki, skriva seg upp til at fáa triðja koppsetingarprik móti korona, skrivar miðilin.

Bara í Onglandi merkir hetta, at sjey milliónir fólk kunnu bíleggja sær tíð upp til ein mánað áðrenn freistin fer, tað vil siga bara tveir mánaðir eftir at tey hava fingið næsta prikið.

Tað er serliga Omikron-frábrigdið, sum er orsøkin til broytingina. Almenn bretsk tøl vísa, at 101 nýggj tilfeldi, har fólk eru smittað við omikron, og tað merkir, at íalt 437 tilfeldi av Omikron eru skrásett í Onglandi nú.

Talið av smittaðum í Bretlandi hevur verið høgt seinastu dagarnar. Seinastu vikuna hava myndugleikarnir skrásett næstan 337.000 nýggjar tilburðir, harav slakar 46.000 bara týsdagin. Tað er tað hægsta talið fyri ein einstakan dag síðan hálvan januar, skrivar The Guardian.

Bæði stjórin í bretska heilsuverkinum og bretski heilsumálaráðharrin tala fyri broytingini, og teir mæla øllum, sum kunnu lata seg koppseta fyri triðju ferð, um at gera tað.

Her heima er freistin enn seks mánaðir, men í Danmark boðaðu heilsumyndugleikarnir í fyrradagin frá, at nú kunnu øll eldri enn 18 lata seg koppseta fyri triðju ferð, tá fimm og ein hálvur mánaður er farin.

Mest lisið hesa vikuna

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Læknar hava svikað fyri milliardir

Í gjár kl. 17:00

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

3. juli kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45

Gjald áðrenn etið verður

11 tímar síðan

Fótbóltsspælarar deyðir í ferðsluvanlukka: Halda seg nú kenna orsøkina

3. juli kl. 12:00