Ongi úrslit

Brekumboðið er farið til verka

Endamálið hjá Brekumboðnum er at verja og fremja rættindi og áhugamál hjá fólki við breki og teirra avvarðandi kring alt landið

Almenna- og mentamálaráðið
7. oktober kl. 23:05

Eilif Magnusson Arge, brekumboð hevur í dag hitt Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í almannamálum.

Brekumboðið hevði sín fyrsta starvsdag 1. oktober, og er nú so smátt farið til verka. Báðir partar fegnast um, at arbeiðið nú er farið í gongd, og nýtti landsstýrismaðurin høvi til at ynskja Brekumboðnum blíðan byr við týdningarmikla starvinum.

Endamálið hjá Brekumboðnum er at verja og fremja rættindi og áhugamál hjá fólki við breki og teirra avvarðandi kring alt landið. Við hesum er tikið eitt týdningarmikið stig fram á leið í arbeiðinum at tryggja, at fólk við breki kunnu liva eitt sjálvstøðugt, virðiligt og virkið lív á jøvnum føti við onnur.

Brekumboðið er at hitta á:

Teldupostur: [email protected]

Telefon: 401400

Ein av fyrstu uppgávunum hjá Brekumboðnum verður at menna eina heimasíðu fyri Brekumboðið og at gera skrivstovuhølini á Klaksvíksvegi 77 í Klaksvík klár til nýtslu. Tá heimasíðan verður tøk, verður kunnað nærri um innihald og møguleikar á síðuni.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19 tímar síðan

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

13 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03