Ongi úrslit

Brandur skoraði ársins mál

Við einum framúr frísparksmáli á Vágseiði tann 17. mai, har NSÍ hendan dagin vann 7-1 á FC Suðuroy, skoraði Brandur Hendriksson Olsen ársins mál 2025

FSF/Hans Erik Danielsen
8 tímar síðan

– Fríspark er nakað, sum eg havi trenað øgiliga nógv, og akkurát í tí tíðarskeiðnum so vísti tað seg, at tað mesta fór inn, sum eg skeyt upp á – so tað var bara at prøva.

Soleiðis sigur Brandur Hendriksson Olsen millum annað í samrøðuni við FSF Varpið og Televarpið, tá hann mikudagin fekk prógvið upp á, at framúr frísparksmálið, sum Brandur skoraði á Vágseiði tann 17. mai ímóti FC Suðuroy, er valt til besta málið í Betrideildini hjá monnum í 2025.

Ársins mál er funnið í samstarvi við Televarpið, ið hevur staðið fyri atkvøðugreiðsluni. Fimm mál vóru at velja ímillum, og tá talt var saman, hevði frísparksmálið hjá Brandi Hendriksson Olsen fingið meir enn helmingin av atkvøðunum.

Umframt heiðurin og eina minnisplátu, fekk skálvíkingurin í NSÍ eisini handað eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá EFFO.

Spurdur, hvat skal til, fyri at ein skal gerast ein góður frísparksskjútti, sigur Brandur Olsen: Tað er einki annað enn tíð og venjing. Áðrenn venjing, aftaná venjing og í frítíðini – eg vænti, at um tú spyr ein og hvønn fótbóltsspælara, so siga teir tað sama: Tað er tíð og venjing. Spyr Árna (Frederiksberg) ella Adrian (Justinussen)…tað er tíð og venjing – tað er tað einasta sum ger, at man blívur betri.

Tilsamans 490 mál vórðu skorað í Betri Deildini hjá monnum farna kappingarár. Til stuttleika kann nevnast, at 21 vórðu skoraði við brotssparki og 14 ferðir beindu spælarar bóltin í egið mál. Sjálvur skoraði Brandur Hendriksson Olsen tilsamans ellivu mál, og av teimum vóru seks við beinleiðis frísparki.

https://www.fsf.fo/brandur-skoradi-arsins-mal/

Mest lisið hesa vikuna

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

20 tímar síðan

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

Í gjár kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

Í gjár kl. 21:40

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53